Týsku vertirnir eru eitt av teimum tjúgu londunum, sum ikki longur eru í EM-endaspælinum. Nú farið verður inn í seinastu vikuna í Týsklandi eru bert fýra lið eftir.
Øll uttan Ongland hava vunnið EM. Spania (1964, 2008 og 2012) kann, sum tað fyrsta landið, koma upp á fýra EM-gull. Til tess er neyðugt at koma framvið heldur stirvna, men støðuga franska liðnum. Frakland vann kappingina í 1984 og í 2000 men hevur helst ikki undirhildið nógv undir hesum endaspælinum.
Ongland hevur ikki verið nógv frægari í tí partinum, men áhugavert er at fylgja "fótbóltsins heimlandið", sum fyri triðju ferð undir Gareth Southgate er í einari hálvfinalu í stórum endaspæli. Liðið sær nú eisini sterkt út úr ellivu metrum.
Niðurlond sigraðu, tá EM var í Vesturtýsklandi í 1988, og eftir 2-1 sigurin á Turkalandi í fjórðingsfinaluni livir vónin millum øll tey mongu, sum eru í appelsinlittum í hesum døgum.
Fyrra hálvfinalan verður spæld í München í morgin klokkan 20. Eitt samdøgur seinni spæla Niðurlond og Ongland um hitt finaluplássið í Dortmund.
EM-hálvfinalur
Í morgin, týsdagin 9. juli
20.00: Frakland - Spania (München)
Mikudagin, týsdagin 10. juli
20.00: Niðurlond og Ongland (Dortmund)
Finalan: Sunnudagin 14. juli kl. 20 í Berlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald