Fótbóltur

Avgerðin fellur í næstu viku

Víkingur vann heili 8-0 á EB/Streymi og er saman við B36 á heiðursmerkja- og evropeiskum plássi. HB vann 2-0 í dag og hongur í.

Olaf Bárðarson fekk Víking í gongd móti EB/Streymi. Heimaliðið skoraði átta ferðir og vann fyri tólvtu ferð á rað. Símun Sólheim og B36 spældu málleysan javnleik móti KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson fekk Víking í gongd móti EB/Streymi. Heimaliðið skoraði átta ferðir og vann fyri tólvtu ferð á rað. Símun Sólheim og B36 spældu málleysan javnleik móti KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-22 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska stríðið er framvegis ikki avgjørt. Tað er greitt eftir næstseinasta umfar, sum var seinnapartin. 

Les meira um dramtasika botnstríðið her

Neyðugt er at enda í topp-trý fyri at tryggjað sær evropeiskt pláss gjøgnum Betrideildina. KÍ er føroyameistari og skal aftur spæla í Champions League næsta ár. Liðini beint aftanfyri eru ikki trygg enn. 

HB hevur ein eyka møguleika við steypakappingini at koma í Evropa. Tað eru góð sannlíkindi fyri, at neyðugt verður at vinna tí kappingina. HB vann gamaní uppiborið 2-0 á Tórsvølli móti 07 Vestur í dag. Málini komu eftir góð álop og innlegg - eitt í høgru og eitt úr vinstru - har ávíkavist Mathias Præst Nielsen og Áki Samuelsen fingu sett bóltin í málið.

[object Object]
Mathias Præst Nielsen skroraði fyrra málið hjá HB móti 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Í løtuni er liðið hjá Jákup Martini Joensen tvey stig aftanfyri bæði B36 og Víking. B36 hevur AB á skránni í seinasta umfari, og eftir úrslitini í dag er AB flutt niður. Víkingur vann sín tólvta sigur á rað í dag, tá tað eydnaðist at skora heili átta ferðir í 2. hálvleiki móti EB/Streymi. Í síðsta umfari skal Víkingur til Klaksvíkar - liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur vunnið á KÍ í ár, og føroyameistararnir hava tungan evropeiskan dyst á skránni hóskvøldið.

Tað var málleyst í steðginum í Sarpugerði, men Víkingur hevur stóran viðvind - og hevði eisini vindin undan í 2. hálvleiki. Fyrst skoraði Olaf Bárðarson við snildni, og eitt sindur av hjálp frá vindinum, og fimm minuttir seinni økti U21-landsliðshetjan frá týskvøldinum við frálíkum beinleiðis frísparki.

Nú var av álvara komið hol á, og EB/Streymur hevði helst eisini hálvfinaluna mikukvøldið í huganum. Sølvi Vatnhamar smæddist ikki burtur og skoraði fýra mál uppá eitt korter. Ingi Jonhardsson og Jákup Johansen, sum í vikuni hevur longt sáttmálan í Sarpugerði, komu eisini á talvuna, og tað endaði 8-0: Størsti sigur í ár og staðfesting av flottu gongdini hjá Víkingi.

B36 spældi málleysan janvleik móti KÍ, ið var nærri við at avgera dystin í Gundadali. Hetta merkir, at Víkingur er nú á 2. plássi. Liðið hevur væl betri málúrttøku enn HB og serliga B36. HB skal vinna á Eiði í seinasta umfari og samstundis hopa, at B36 ella Víkingur tapa. Tað kann vera nóg mikið, um B36 spælir javnt - Víkingur skal helst bert hava eitt stig í Klaksvík fyri at vissa sær evropeiskt pláss.

[object Object]
Sølvi í hopla: 37-ára gamli leirvíkingurin gjørdi bart í 2. hálvleiki í dag, og hevur nú aftur skorað 20 mál í einum kappingarári og er toppskjútti í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini 
Sunnudagin 22. oktober


B36 - KÍ 0-0

HB - 07 Vestur 2-0 (1-0)
40' Mathias Præst Nielsen (Hanus Sørensen) 1-0
54' Áki Debes Samuelsen (Ári Mohr Jónsson) 2-0

Víkingur - EB/Streymur 8-0 (0-0)
53' Olaf Bárðarson 1-0
58' Olaf Bárðarson 2-0
61' Ingi Jonhardsson (Olaf Bárðarson) 3-0
66' Sølvi Vatnhamar 4-0
70' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 5-0
75' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 6-0
76' Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen) 7-0
81' Sølvi Vatnhamar 8-0

ÍF - TB 1-0 (0-0)
90 (+3)' 1-0 Karl Ábrahamsson Løkin 1-0, br. (Jhon Mena)

B68 - AB 2-2 (0-2)
36' Sjálvmál (Ragnar Skála) 0-1
42' Teitur Debes Olsen 0-2
76' Villiam Emil Klein 1-2
79' Alex Mellemgaard (Bárður Ólavsson Jensen) 2-2

Støðan
1. KÍ 67 stig *
2. Víkingur 57 stig
3. B36 57 stig
------------------
4. HB 55 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 22 stig
8. ÍF 19 stig
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig **

* Føroyameistari
** Flutt niður

27. og seinasta umfar - leygardagin 28.oktober. Verður sum skilst møguliga útsett ein dag - íhvussu er fyri summi lið:

27
28-10-2023

-

27
28-10-2023

-

27
28-10-2023

-

27
28-10-2023

-

27
28-10-2023

-

Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder