Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at tað verða H71 og VÍF sum skulu spæla í finaluni hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini
Les eisini:
H71 skrivaði søgu - VÍF í finaluni triðja árið á rað
Myndir: Neistin - H71 (kvinnur)
Hjá monnum hava hesi feløgini eisini fyrimun undan seinnu hálvfinalunum. Hann er tó als ikki líka stórur, sum hann var hjá kvinnum (fimm í báðum førunum) VÍF vann við tveimum málum, tá Kyndil vitjaði hóskvøldið, og H71 vann 23-22 á Neistanum.
Harvið verður væntandi stórur spenningur um finaluplássini frá klokkan 16 og út ímóti 17.30.
Faxe Kondi kappingin - menn:
Seinnu hálvfinalurnar (9/2)
(16.00): H71 - Neistin (Kann stroymast her - kvf.fo)
Kyndil - VÍF (Kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum ella á kvf.fo)
Vit hava myndir úr báðum hallunum - FM1 sigur frá báðum dystunum, og jn.fo hevur tekstfrásøgn úr Hoyvík.
Fyrru hálvfinalurnar (6/2)
VÍF - Kyndil 29-27 (15-15)
Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Hjalti Mohr Jacobsen 6 mál
Myndir: VÍF - Kyndil
Neistin - H71 22-23 (12-12)
Toppskjúttar: Tróndur Mikkelsen 7 mál, Dánjal Ragnarsson 5 mál, Leivur Mortensen 5 mál
Hondbóltur
Avgerðin hjá monnum fellur í dag
H71 og VÍF hava eina tepra leiðslu undan seinnu hálvfinalunum. Tað kann gerast sera spennandi í Hoyvík og í Høllini á Hálsi seint seinnapartin.
Kyndil skulu royna at steðga Filip Jojic og co. og vinna við minst tveimum málum í klassikaranum, ið er avgerandi fyri annað finaluplássi (Mynd: Sverri Egholm - frá fyrru hálvfinaluni hóskvøldið)
2020-02-09 14:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald