Fótbóltur

Avgerðin nærkast

EB/Streymur og B68 skulu royna at skapa skelkir móti ávikavist Víkingi og KÍ - Víkingur skal hinvegin leggja upp til ein avgerandi dyst mikukvøldið. B36 vitjar Dan Brimsvík og 07 Vestur í kvøld.

Í KÍ vita teir, at tað nærum er ógjørlligt at fáa Víking aftur, men næstu vikuna kunnu trýfaldu føroyameistararnir í øllum førum útseta FM-veitsluna í Eysturkommunu, har Mads Boe Mikkelsen býr. Hjalti Strømsten skoraði kanska ársins mál sunnudagin, men B68 er í stórum trupulleikum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í KÍ vita teir, at tað nærum er ógjørlligt at fáa Víking aftur, men næstu vikuna kunnu trýfaldu føroyameistararnir í øllum førum útseta FM-veitsluna í Eysturkommunu, har Mads Boe Mikkelsen býr. Hjalti Strømsten skoraði kanska ársins mál sunnudagin, men B68 er í stórum trupulleikum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-21 13:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 23. umfari í Betrideildini hjá monnum verða spældir í kvøld.

Betrideildin 23. umfar
Í dag, leygardagin 21. september 

17.00:

Víkingur - EB/Streymur 
B68 - KÍ

18.30: 07 Vestur - B36

Í morgin, sunnudagin 22. september:
15.00: NSÍ - ÍF
17.00: HB - Skála

Støðan:

[object Object]

Tveir sigrar næstu fýra dagarnar, so er Víkingur føroyameistari. Ella í minsta lagi so nær við sum tað yvirhøvur ber til, uttan at tað er "støddfrøðiliga staðfest".

HB kann ikki fáa fleiri enn 63 stig, og munurin í málúrtøku er ógvusligur. KÍ heuvr nakað styttri upp og kann minka um munin í innanhýsis dystinum mikukvøldið, men Víkingur hevur ikki tapt landskappingardyst í Sarpugerði síðani tíðliga í 2023. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur vunnið 20 av 21 landskappingardystum í ár - tapið í Klaksvík í mai er einasta tapið hjá Víkingunum í Betrideildini síðani í juni 2023.

Harvið bendir lítið á, at EB/Streymur brádliga skal gera nakað við oddaliðið í Sarpugerði. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur annars vunnið tveir dystir á rað og er nú í væl betri støðu í botnstríðnum.

Sí eisini: Sølvi spælir sín dyst nummar 400 í Betrideildini

[object Object]
Olaf Bárðarson og hinir í Sarpugerði tevja gull (Mynd: Sverri Egholm)

B68 hevur fýra stig upp til strikuna, og tíðin rennur undan. Tað er tó helst ikki frá KÍ, at neyðugu stigini skulu koma í hús. Hóast eitt buldrut kappingarár, hevur KÍ sjey sigrar á rað í Betrideildini, og nú eru stórt sæð allir profilarnir tøkir. KÍ kann útseta FM-veitsluna í Eysturkommunu nakað. Dystirnir á Toftum og í Sarpugerði byrja klokkan 17. 

Seinasti dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30 í Sørvági. 07 Vestur er í ongamannalandi, og hetta sæst, tí at liðið hevur tapt 1-10 seinastu tveir dystirnar móti EB/Streymi og Skála, sum spæla fyri lívinum.

B36 hevur fimm stig upp til NSÍ og 4. plássið, nú fimm umfør eru eftir. NSÍ hevur betri dystarskrá, so B36 skal helst dúva uppá steypafinaluna móti HB fyri at koma í Evropa næsta ár. Hetta verður fyrsti dysturin hjá Dan Brimsvík móti barndómsfelagið sínum, ið hann stóð á odda fyri fyrr í ár.

[object Object]Dan Brimsvík varð sagdur úr starvi í B36 í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Televarpið vísir allar dystirnar. TIl ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder