Danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur valt at gera brúk av síni triðju og seinastu útskifting í HM-endaspælinum, og tað merkir at ævintýrið hjá havnarmanninum Jóhan á Plógv Hansen er av á hesum sinni.
Tað boðar danska hondbóltssambandið frá fyrrapartin.
Tað verða Hans Lindberg og Lasse Svan á danska høgra vonginum í finaluni móti Noreg seinnapartin (Mynd: EPA)
Jóhan á Plógv Hansen kom við í hópin til HM-endaspælið nettupp tí Hans Lindberg á høgra vonginum gjørdist skaddur. 24 ára gamli Jóhan, sum er uppvaksin í Kyndli, hevur verið á vøllinum og víst seg, men í seinastu dystunum, hevur hann bara sitið á bonkinum.
Danmark og Noreg spæla HM-finalu í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 16:30, og kann síggjast á bæði DR 1 og TV 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald