Eitt av stóru kroatisku feløgunum við góðum evropeiskum úrslitum seinastu árini vitjar í kvøld Tórsvøll.
B36 og HNK Rijeka spæla á tjóðarleikvøllinum, tí talan er um 3. umfar í Conference League, og Ovari Vøllur lýkur ikki krøvini hjá UEFA til slíkar dystir.
At talan er um væl sterkari mótstøðulið hjá B36, í mun til tey undanfarnu, eru teir ógvuliga greiðir yvir í hópinum.
- Mótstøðan sær rættiliga sterk út. Hetta liðið er uttan iva væl sterkari enn bæði Paide og Haverfordwest. Hjá okkum snýr tað seg fyrst og fremst um at halda teimum frá teimum farligu støðunum, og síðani royna at revsa teir tá vit fáa møguleikarnar. Eydnast hetta væl, vænti eg, at returdysturin í Kroatia verður púra opin, sigur Símun Sólheiim við Portalin.
Dan Brimsvík og toymi hava seinastu dagarnar roynt at fyrireika sínar menn til ein øðrvísi dyst.
Sí eisini:
- Sera umráðandi at fáa eitt gott úrslit við til Kroatia
Nú fær B36 eina nakað størri avbjóðing
Heimavøllurin kann fáa stóran týdning í kvøld. Atgongumerki til dystin kunnu keypast her.
Tað er Televarpið, ið vísir hendan fyrra dystin hjá B36 í 3. umfari - tað er annað árið rað, at felagið er her. Fyrsta bríksl verður klokkan 19. FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við ymiskum tilfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald