Fyrsta bríksl í 5. umfari – tí sum í veruleikanum er umfar nummar trý – var longu klokkan 13. Tað ljóðaði í góðveðrinum í Gundadali, har heilt fitt av áskoðarum vóru møttir upp.
Tað var Rani Andrasson Skaalum, ið setti dystin í gongd, og longu eftir sjey minuttir hevði hann peikað á miðjuna. Tað var heimaliðið, ið legði seg á odda. B36 spældi seg úr høga trýstinum hjá B68, Hannes Agnarsson streyk avstað í høgru, og við harðari og flatari alvering fann hann Bjarka Nielsen. Vinstri kanturin var staddur mitt fyri stutt inni í brotsteignum. Hann setti høgra fótin á, bólturin fór í eitt bein á vegnum, og Benjamin Schubert fekk ikki vart fyri. Hetta málið líktist málinum, ið Bjarki skoraði i fyrsta umfari í Sarpugerði.
Bólturin sníkti seg framvið Benjamin Schubert (Mynd: Sverri Egholm)
Málskjúttin og maðurin, ið legði upp, fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
B68 royndi at svara aftur, og í fyrra hálvleiki var tað serliga, tá B36 misti bóltin og uppá hornaspørk, at teir reyðkløddu vóru eitt sindur vandamiklir. Størsta møguleikan hevði Jónas Warner eftir gott samanspæl við Jørgen Nielsen, men B36 fekk vart fyri í evstu løtu. Jørgen og Dabo vóru við aftur frá byrjan, men hóast nakrar góðar taktir frá teimum, so komu teir ikki til upplagdar møguleikar í dag.
Tað var eftir gjøgnumbrot frá Mohammed Samba í høgru, at tær bestu støðurnar hjá B68 komu eftir steðgin. Men sjálvt um útiliðið hevði bóltin væl meira enn áðrenn steðgin, so eydnaðist tað ikki at fáa Mattias Lamhage í B36-málinum av álvara til arbeiðis.
Mohammed Samba hótti B36-verjuna inn ímillum (Mynd: Sverri Egholm)
Toftamaðurin Jann Benjaminsen hevði sum heild gott tamarhald á afturvenda Dabo hinumegin (Mynd: Sverri Egholm)
Ragnar Samuelsen var ein av teimum gomlu B36'arunum, ið spældi í reyðum í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum her
B36 spældi serliga væl seinna helmingin av fyrra hálvleiki og kundi økt stutt fyri steðgin. Serliga var Hannes Agnarsson eyðsýndir. Eftir steðgin var teð meira “tamarhald uttan bólt”, men heimaliðið hótti eisini, og tá beint undir eitt korter var eftir, skoraði Magnus Egilsson til 2-0 við dundurskoti. Talan var um tolið uppspæl, Magnus fekk bóltin nakað til vinstru, og tá eingin B68-spælari fór til hann, valdi vinstri bakkurin simpulten at smekka til. Vinstra beinið er gott, og bólturin fór sendandi upp í longra málhornið. Hetta var úr beint undir 25 metrum.
Luftin fór eitt sindur úr dystinum, hóast toftamenn framvegis royndu at liggja framvið. Liðið hjá Jákupi á Borg skal nú hugsavna seg um at vinna stig á heimavølli. Fyrsti kappingardysturin á Svangaskarði í ár verður mikukvøldið móti Víkingi. Tá hevur B36, ið nú hevur seks stig, aftur dyst. í Gundadali á skránni – hesuferð móti 07 Vestur.
Betrideildin 5. umfar (umfar nummar trý)
Leygardagin 8. apríl, Gundadalur
B36 - B68 2-0 (1-0)
8' Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson) 1-0
76' Magnus Egilsson (Símun Sólheim) 2-0
B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Andrias Eriksen (L), Isak Jönsson, Magnus Egilsson - Erlendur Magnusson (88' Sonni Ragnar Nattestad), Eli Falkvard Nielsen, Aron Knudsen (60' Taufee Skandari) - Hannes Agnarsson (71' Benjamin Heinesen), Valerijs Sabala (71' Símun Sólheim), Bjarki Nielsen (60' Andrass Johansen)
Venjari: Dan Brimsvík
B68 (4-2-3-1): Benjamin Schubert - Gilli Samuelsen (70' Fríði í Túni Petersen), Aleksandur Jensen (70' Hjalti Strømsten), Aidan Liu, Bárður Jensen - Sebastian Lau Nielsen (80' Karstin Clementsen), Ragnar Samuelsen - Mohammed Samba, Jónas Warner, Boubacar Dabo (80' Aron Reinert Hansen) - Jørgen Nielsen
Venjari: Jákup á Borg
5. umfar - í dag | |||||
ÍF | – | Víkingur | |||
EB/Streymur | – | TB | |||
07 Vestur | – | KÍ | |||
HB | – | AB |
Kelda: fsf.fo
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 6 stig
2. HB 6 stig
3. B36 6 stig *
4. 07 Vestur 4 stig
5. Víkingur 3 stig
6. ÍF 3 stig
7. EB/Streymur 3 stig
8. B68 1 stig *
9. AB 0 stig
10. TB 0 stig
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald