Fótbóltur

B36 basti B68 í undirhaldandi dysti

Eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt mál í seinna hálvleiki - bæði liðini høvdu tó fleiri stórar málmøguleikar. Støðan í oddinum gjørdist betri fyri B36.

Valerijs Sabala legði B36 á odda við snildum máli stutt fyri hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

Valerijs Sabala legði B36 á odda við snildum máli stutt fyri hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-21 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsti dystur í 19. umfari í Betrideildini var á skránni í Gundadali í kvøld, og talan gjørdist um ein spennandi, undirhaldandi og ferðmiklan dyst í sirminum.

B36-liðið tyktiskt nakað merkt av evropeiska dystinum í Kroatia hóskvøldið og tøttu skránni. Hetta millum annað við fleiri mistøkum uppspælinum. Tað var eisini nær við, at B68 revsaði okkurt av teimum, og eftir hornaspark tíðliga í dystinum var høgi miðverjin Áki Johannesen ikki langt frá at skora til 0-1.

B36 fekk tó til tíðir skapt góðar støður, og í 25. minutti varð Bjarki Nielsen sendur avstað. Verjan hjá B68 stóð illa, og Bjarki flutti bóltin framvið Benjamin Schubert, ið var komin illa út úr málinum. B68-málverjin tók beinini hjá Bjarka beint uttanfyri brotsteigin, men hetta gav bert gult kort. Uppá frísparki bjargaði Benjamin Schubert royndini hjá Jann Benjaminsen.

Beint fyri hálvleik bragdaði hjá B36.Heimaliðið fekk brádliga pláss, Taufee Skandari fór til stroks í høgru og legði hart og flatt inn fyri. Har var Valerijs Sabala uppá pláss, og lettiski áleyparin skoraði snilt við at koyra bóltinum afturum seg sjálvan við aftara beininum.

[object Object]

[object Object]
Flott leiðslumál hjá B36, ið útlendsku spælararnir stóðu fyri...(Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]
...og so var fagnaður í B36-leguni (Myndir: Sverri Egholm) 

Í seinna hálvleiki komu Boubacar Dabo og Bartal Páll Klein á vøllin fyri B68. Afturvendi senegalbúgvin og 16-ára gamli havnarmaðurin settu av álvara lív í løtum, og báðir skaptu stórar møguleikar. Tað var serliga fyrrverandi B36-áleyparin, sum vísti seg fram og einaferð driblaði Bartal fleiri av, áðrenn hann hevði skotroynd, ið Mattias Lamhauge vardi væl fyri.

Tað var tó B36, ið fekk einasta málið í 2. hálvleiki. Michal Przybylski og aðrir høvdu góðar støður. Í 77. minutti var risa stórur trífaldur málmøguleiki, ið serliga Jann Benjaminsen stóð fyri, og minuttin seinni legði Jann gott frísparksinnlegg í pannuna á innskifta Sonna Ragnar Nattestad.

2-0 var ov nógv fyri B68 at venda, hóast teir í reyðum framvegis hóttu. Nógv gul kort komu - tað sást, at menn vóru troyttir, og at fleiri høvdu spælt í hinum búnanum áður. Jákup á Borg og hansara menn skulu fáa stig aðrastaðni - B36 er nú aftur beint í hølinum á HB, sjey stig frammanfyri Víking og sjey stig aftanfyri HB. Liðið hjá Dan Brimsvík vísti ávísa styrki og mótstøðuføri í tættari dystarskrá og í inntensum og lívligum dysti.

[object Object]
Nógvir nærdystir í Gundadali í kvøld...

[object Object]
Ein 16-ára gamal havnarmaður í hopla fyri B68 í støðuni - her hevur hann sett Andrass Johansen og annan málskjúttan Sonna Ragnar Nattestad av (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Málið kom tó ikki (Mynd: Sverri Egholm)

19. umfar í Betrideildini hjá monnum

Í dag, mánadagin 21. august
B36 - B68 2-0 (1-0)
43' Valerijs Sabala (Taufee Skandari) 1-0
78' Sonni Ragnar Nattestad (Jann Benjaminsen) 2-0

Sí hagtøl, liðuppstillingar o.a á dystir.fo

Støðan:

1. KÍ 49 stig *
2. HB 44 stig
3. B36 43 stig
4. Víkingur 36 stig 
5. 07 Vestur 30 stig 
6. EB/Streymur 19 stig *
7. TB 15 stig 
8. B68 14 stig 
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri

------------------------------------

Í gjár, sunnudagin 20. august
EB/Streymur - AB 4-1 (4-0)

8' Filip Djordjevic 1-0
14' Bogi Reinert-Petersen (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
34' Bogi Reinert-Petersen  (Filip Djordjevic) 3-0
43' Dánjal Godtfred (Filip Djordjevic) 4-0
64' Bartal Skaalum Petersen (Sam Pollard) 4-1

Sí eisini: EB/Streymur sleit seg meira leyst við sannførandi sigri

KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)
7' Janus Svabo Samuelsen (Mathias Voss) 0-1
30' René Shaki Joensen (Sivert Gussiås) 1-1

Víkingur - TB 1-0
80' Sølvi Vatnhamar, br 1-0

Reytt kort: Samudeen Musah (84')

Sí eisini: 
07 Vestur stríddi seg til stig í Klaksvík

Leygardagin 19. august
HB - ÍF 3-1 (1-0)
33' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-0
77' Elvio Glemini 1-1
84' Adrian Justinussen 2-1
90' Adrian Justinussen 3-1



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder