Fótbóltur

B36 bjóðar av álvara av í oddinum

Ólavsøkan hjá B36-fólkum gjørdist eitt vet betri, tá oddaliðið varð sent av vøllinum í Gundadali við 2-1 tapi.

Alex Mellemgaard avgjørdi oddadystin á ólavsøku - Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd

Alex Mellemgaard avgjørdi oddadystin á ólavsøku - Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd

2019-07-28 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frammanfyri einari sera stórari áskoðarafjøld spældu B36 og Vìkingur ein oddadyst uttan nógv undirhald. Tað var tó sum væntað tætt, og hóast B36 var omaná, so var einki avgjørt fyrrenn seinasta bríksl. At enda vann heimaliðið uppiborið og er nú á 2. plássi; eitt stig aftanfyri Víking og við einum dysti færri.

Dystarmyndin í 1. hálvleiki var tann, sum væntast kundi: B36 hevði bóltin væl meira og royndi at skapa møguleikar, meðan Vìkingur stóð djúpt og dúvaði uppá skjótar umstillingar og deyðbóltar. Hetta hekk saman við leikháttin hjá liðunum, og at B36 hevði meira tørv á sigrinum í mun til støðuna á stigatalvuni.

Heimaliðið hevði ilt við at skapa opnar málmøguleikar ímóti vælsskipaða Víkinga-liðnum. Skjóta samanspælið kring brotsteigin hjá útiliðnum og nøkur av mongu innleggunum góvu spentar støður, men sum oftast var ein Víkingur fyri; ofta stóri og stinni serbiski miðverjin Vukasin Tomic. Hinvegin hóttu teir ljósabláu sjálvdan og høvdu lítið og einki grundleggjandi uppspæl. Liðið hjá Sámal Erik Hentze  hevði tó ein góðan tvífaldan møguleika miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fyrst bjargaði Hans Jørgensen royndini hjá Dion Splidt, og síðani var Jónas Tór Næs fyri inni í málteignum, tá retururin varð skotin uppá mál.  

Heimaliðið gjørdist nakað naskari sum hálvleikurin leið, og yvirvágin hjá B36 gav úrslit stutt fyri steðgin. Árni Frederiksberg smekkaði eitt fríspark inn úr høgru, og umvegis høvdið á Atla Gregersen fór bólturin í málið. 1-0 sá út sum hálvleiksstøðan, men djúpt inni í yvirtíðini fekk Víkungur hornaspark, og í samband við tað kom bólturin innfyri aftur, Gunnar Vatnhamar vann nærdystin, og stútaði yvirum har Hanus Jacobsen hegnisliga javnaði fyri oddaliðið.

Víkingur var nakað meira við í 2. hálvleiki, men B36 hevði framvegis yvirvág og ilt við at skapa nakað. Tað vóru samanlagt sera fáir máløguleikar eftir steðgin. Miðskeiðis í hálvleikinum fekk B36 eina umstilling, eftir at ein Víkinga-umstilling miseydnaðist. Innskifti Benjamin Heinesen legði væl innfyri úr høgru, Lukasz Cieslewicz kom fyrst á hann, Elias Rasmussen bjargaði væl, bólturin dat tút til Stefan Radosavljevic, men tvørámaðurin, ið spældi sín fyrsta landskappingardyst fyri felagið, skeyt onkursvegna uppum. 

Tíggju minuttir seinni eydnaðist tað hjá heimaliðnum. Lítið hendi annars hesa løtuna, men enn einaferð: Fríspark úr høgru sum varð sera gott skotið inn av Árna, og Alex Mellemgaard møtti bóltinum perfekt við høvdinum, og so var stór frøi í B36-húsinum.    

Seinasta korterið hevði Víkingur sera ilt við at skapa nakað. Lava varð settur inn á vøllin, men har manglaði hugflog, tyngd og bit. Tað sást veruliga, at skaddi Sølvi Vatnhamar manglað,  og B36 koyrdi trygt sigurin heim. Tað var nærri við 3-1 enn 2-2, og harvið hevur B36 skapt uppaftur meira spenning í oddastríðið. Lagt er upp til nýtt oddabrak í Gundadali um átta dagar, tá HB og B36 spæla. Víkingur skal royna at reisa seg í øðrum oddadysti; um eina viku ímóti NSÍ.


Betrideildin - 16. umfar
Gundadalur- ólavsøkuaftan (28/7): 
B36 - Víkingur 2-1 (1-1)
43' Sjálvmál (Atli Gregersen) 1-0
45(+4)' Hanus Jacobsen 1-1
74' Alex Mellemgaard 2-1

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (83' Hugin Samuelsen) - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (L), Stefan Radosavljevic (71'  - Michal Pryzbylski (58' Benjamin Heinesen)
Gul kort: Hannes Agnarsson, Eli Falkvard Nielsen, Lukasz Cieslewicz

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Gunnar Vatmhamar - Dion Splidt, Arnbjørn Svensson (68' Bogi Reinert Petersen), Filip Djordjevic - Adeshina Lawal (76' Andreas Lava Olsen)
Gult kort: Elias Lervig, Atli Gregersen

 

Í gjár - 27.07

HB - TB 3-0 (0-0)
53' Dan í Soylu 1-0
71' Adrian Rúnason Justinussen (br) 2-0
86' Bartal Wardum 3-0
Les um dystin her
Sí eisini myndir frá dystinum, og samrøðu við málverjan og liðformannin Teit Matras Gestsson

Skála - ÍF 2-1 (1-1) 
13' Pætur Dam Jacobsen 1-0
15' Dávid Langgaard 1-1
85' Ronni Møller-Iversen 2-1

AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
18' Lukas Grenaa Giessing 1-0
96' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1

Les um dystin her
Myndir frá dystinum
Video: AB - EB/Streymur

NSÍ - KÍ (Útsettur til 18.september)

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 (16 dystir) 
2. B36 34 (15 dystir)
3. HB 33 (16 dystir)
4. NSÍ 32 (14 dystir)
5. KÍ 32 (14 dystir)
6. Skála 21 (16 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 9 (16 dystir)
9. ÍF 5 (16 dystir)
10. AB 5 (16 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder