Fótbóltur

B36 er í fimm av seks ungdómsfinalum

Til steypafinaludagarnar 12.-13. september verður B36 umboðað í øllum dreingjafinalunum, umframt í gentum U13. Víkingur verður eisini ógvuliga væl umboðað á dreingjasíðuni.

Ungdómsítróttur snýr seg sanniliga ikki bert um úrslit, men støðan í steypakappingunum - og í nøkrum landskappingum - benda í øllum førum á, at nógv verður gjørt rætt í B36 (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Ungdómsítróttur snýr seg sanniliga ikki bert um úrslit, men støðan í steypakappingunum - og í nøkrum landskappingum - benda í øllum førum á, at nógv verður gjørt rætt í B36 (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2025-09-03 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungdómsítróttur snýr seg sanniliga ikki bert um úrslit, men støðan í steypakappingunum - og í nøkrum landskappingum - benda í øllum førum á, at nógv verður gjørt rætt í B36.

Tá ungdómsfinalur verða spældar á Tórsvølli 12. og 13. september, verður B36 í fimm finalum - tær eru seks í tali.

Talan er millum annað um allar á dreingja-manssíðuni.

Tann einasta finalan uttan B36-luttøku verður tann hjá U16-gentum. Har vann Skála hálvfinaluna móti júst B36 í gjárkvøldið - Skála er nummar eitt í landskappingini og B36 nummar tvey.

FC Hoyvík hevur eisini spælt seg í U16-finaluna, og AB og 07 Vestur hava eisini lið við.

Víkingur er aftur í ár væl umboðað: Liðið í Eysturkommunu hevur annað árið á rað lið í øllum dreingjafinalunum (U13, U15 og U17). Har standa allar finalurnar millum Víking og B36.

Tað er rímiliga merkivert, at feløg sum KÍ, HB og NSÍ ikki hava umboð í nakrari ungfómsfinalu. HB er tó greitt oddalið í U17-landskappingini.

Finaluskráin fyri ungdómsfinalurnar er hendan:

U16 gentur: FC Hoyvík - Skála
Fríggjadagin 12. september, klokkan 17.00
U21 menn: AB - B36
Fríggjadagin 12. september, klokkan 19:00

Dreingir U13: Víkingur - B36
Leygardagin 13. september, klokkan 10:00
Gentur U13: 07 Vestur - B36
Leygardagin 13. september, klokkan 11:30
Dreingir U15: Víkingur - B36
Leygardagin 13. september, klokkan 13:00
Dreingir U17: B36 - Víkingur
Leygardagin 13. september, klokkan 19:00

Fyrivarni skal takast fyri, at onkur klokkutíð kanska er eitt sindur við síðuna av

Vaksnamannafinalurnar verða spældar seinni í heyst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder