Fótbóltur

B36 er í finaluni - longd leiktíð við Løkin

Sebastian Pingel skoraði tvær ferðir í 3-0 sigrinum hjá B36 á Tórsvølli, og harvið hevur B36 framvegis møguleika at røkka evropeiskum fótbólti. NSÍ vendi 0-2 til 2-2 móti HB.

2021-11-29 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Tórsvølli er í løtuni stórur fagnaður í B36-leguni, tí teir hvítkløddu hava júst spælt seg í steypafinaluna við 3-0 sigri á Víkingi. Tað endaði 1-0 í fyrru hálvfinaluni í Sarpugerði, so trýstið var stórt á B36, ið noyðist at vinna steypakappingina fyri at vinna sær atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár.

Víkingur hevði sínar møguleikar  - serliga eftir steðgin - men tað vóru danirnir hjá B36, sum stóðu fyri málunum á Tórsvølli í kvøld. Sebastian Pingel gav heimaliðnum eina sera góða byrjan, og áleyparin, sum í fyrstu syftu kom til felagið í 2016, setti eisini punktum. Millum har skoraði miðvallarin Mathias Trane - bakkarnir Alex Mellemgaard og Benjamin Heinesen løgdu upp til málini í fyrra hálvleiki, og Hannes Agnarsson, ið ikki verður í barndómsfelagnum næsta ár, gjørdi nógv rætt fyri at syrgja fyri, at tað varð 3-0. Tá Pingel skoraði hetta seinna málið, skuldi Víkingur framvegis bert hava eitt mál fyri at koma í finaluna.

[object Object]
HB og NSÍ skoraðu bæði tvær ferðir aftur í kvøld, og stríðast harvið framvegis um "hitt" finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið kann B36 framvegis vinna sær eitt steyp og evropeiskt pláss í ár - spurningurin er bara, hvat mótstøðuliðið verður. HB var leingi á sigurskós eftir tvey mál fyrsta korterið, men eins og í fyrru hálvfinaluni reista heimaliðið seg, og mál frá Klæmint Andrassyni Olsen og innskifta Búa Egilsson gjørdu, at tað endaði 4-4 samanlagt eftir tvær ferðir 90 minuttir, og nú er longd leiktíð á skránni. 

Fylg við á forsíðu okkara - dysturin kann síggjast hjá Televarpinum og beinleiðis frásøgn er á FM1 og í KVF.

 

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 29.11

B36- Víkingur 3-0 (2-0) - Samanlagt 3-1
8' Sebastian Pingel 1-0
26' Mathias Trane 2-0
82' Sebastian Pingel 3-0


NSÍ - HB 2-2 (0-2) - 4-4 samanlagt og longd leiktíð í gongd
3' Hilmar Leon Jakobsen 1-0
15 'Bartal Wardum 2-0
33' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
79' Búi Egilsson 2-2



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder