Fótbóltur

B36 og HB nærkast nú KÍ

Annað vikuskifti á rað vann HB við fimm málum, og Adrian Justinussen var í hopla. B36 vann 4-0 á TB mitt í tættari dystarskrá - miðverji skoraði tvær ferðir, og blaðungir mans vístu dygdir.

Bæði HB og B36 vunnu greitt í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði HB og B36 vunnu greitt í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-13 17:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 18. umfari í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15, har havnarfeløgini vunnu ógvuliga greitt á uppflytarunum.

Eftir bert fimm minuttir í Fulgafirði var longu 0-2. HB var komið við greiðum endamáli, og liðið hjá Jákup Martini Joensen hølvaði heimaliðið av. Tað var 5-0 í steðginum, og hóast ÍF minkaði um munin tvær ferðir, so varð munurin fimm mál, tá samanumkom. Serliga Adrian Rúnason Justinusson var í hopla. Álopskendi miðvallarin gjørdi hattrikk, og Dan í Soylu skoraði eisini tvær ferðir.

HB er byrjað heilt væl eftir summarsteðin, og í løtuni eru sjey stig upp til KÍ. ÍF er undir strikuni og skal savna seg til næsta dyst.

[object Object]
Adrian Rúnason Justinussen skoraði trý mál og legði upp til eitt í Fløtugerði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 spældi sín fjórða dyst uppá tíggju dystir, men tað var eingin slingur í valsinum, tá TB vitjaði. Valerijs Sabala skoraði fyrst, síðani skoraði Magnus Egilsson, sum í dag spældi miðverji, tvær ferðir - fyrst við frísparki og síðani brotssparki. Til seinast fekk blaðungi Carl Mikkelsen skorað sítt fyrsta mál í Betrideildini.

17-ára gamli Mattias Hellisdal legði upp til fyrsta málið, so tað var góður dagur hjá ungu B36'arunum og breiddini. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur nú longu fleiri stig enn alt kappingarárið í fjør og skal í vikuni til Kroatia - TB skal hyggja eftir stigum aðrastaðni.

[object Object]
Carl Mikkelsen økti til 4-0 í 90. minutti (Mynd: Ingi Arge/B36)

HB og B36 eru ávíkavist nummar tvey og trý, og nú eydnaðist at hála inn á oddaliðið KÍ. B68 og 07 Vestur spæla spennandi dyst í løtuni.

Betrideildin 18. umfar

Sunnudagin 13.08

B36 - TB 4-0 (2-0)
29' Valerijs Sabala (Mattias Hellisdal) 1-0
45' Magnus Egilsson 2-0
74' Magnus Egilsson (br.) 3-0
90' Carl Mikkelsen (Taufee Skandari) 4-0

ÍF HB 2-7 (0-5)
1' Áki Samuelsen (Ari Mohr Jónsson) 0-1
6' Adrian Justinussen (Viljormur Davidsen) 0-2
18' Mikkel Dahl (Adrian Justinssen) 0-3
23' Adrian Justinussen (Mattias Præst Nielsen) 0-4
36' Dan í Soylu (Ari Mohr Jónsson) 0-5
57' Jhon Mena Perez 1-5 
60' Hans Jákup Lervig 2-5
72' Adrian Justinussen, br. 2-6
77' Dan í Soylu 2-7

Reytt kort: Jan Ellingsgaard (72')

Í gjár, leygardagin 12.08
 
AB- EB/Streymur 1-3
6’ Brian Jacobsen (Filip í Liða) 1-0
24’ Filip Djordjevic (Steven Van Dijk) 1-1
84’ Rani Hansen (Mikkjal Hellisá) 1-2
90’ (+2)’ Niklas Kruse (Markus J. Hellisdal) 1-3

Les eisini: EB/Streymur stríddi seg longur burtur frá strikuni

Fríggjakvøldið 11.08
Víkingur - KÍ 2-1 (2-0)
11' Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-0
15' Poul Kallsberg 2-0
75' Páll Andrasson Klettskarð (Patrick Da Silva) 2-1

Les eisini: Víkingur støðgaði sigurrøðini hjá KÍ við søtum sigri

16.00: B68 - 07 Vestur (2-2)

Støðan:

1. KÍ 48 stig *
2. HB 41 stig
3. B36 40 stig
4. Víkingur 33 stig 
5. 07 Vestur 26 stig * 
6. EB/Streymur 16 stig *
7. TB 15 stig 
8. B68 14 stig *
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder