Fótbóltur

B36 og KÍ greiddu sína skyldu

Skála legði seg á odda tíðliga í dystinum í Gundadali, men B36 skoraði seks ferðir og er nú oddalið. ÍF var við í dystinum til áleið eitt korter varð eftir, men so lat KÍ hurðina aftur.

Klaksvíkingar fegnast, eftir at teir hava lagt seg á odda 2-1 beint fyri hálvleik. Liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen fekk málið (Mynd: Sverri Egholm)

Klaksvíkingar fegnast, eftir at teir hava lagt seg á odda 2-1 beint fyri hálvleik. Liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen fekk málið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-23 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var eitt hav av málmøguleikum í Sarpugerði, men eitt mál kom. Tað var í sær sjálvum ikki ein málmøguleiki, tí tá Ari Olsen fekk bóltin var hann áleið 30 metrum úr málinum. Líka legði strandingurin í: Hann smekkaði bóltin upp í longra málhorn og gjørdist matchvinnari.

[object Object]Ari Olsen kundi stórfegnast um sítt fyrsta mál sum Vìkingur (Mynd: Sverri Egholm)

Dreymahøgg avgjørdi undirhaldandi uppgerðina í Sarpugerði
Atli G: Góð reklama fyri føroyskan fótbólt


Í teimum dystunum ið higartil eru leiktir í dag eru heili 13 mál skoraði. FM-kappingarneytarnir í fjør skoraðu tilsamans 10 av teimum, men tey høvdu nakað av stríði - KÍ punkteraði dystin í Funglafirði ímóti endanum, og B36 kom afturum, tá Skála vitjaði. 

Skála vísti fyrra partin av 1. hálvleiki, at liðið kann hótta verjupartin hjá oddaliðunum. Hetta sást eisini í Sarpugerði sunnudagin, og eins og tá fekk Skála í dag tvey mál. Tað fyrra loypti, eins og málið hjá Andreas Egeberg tíðlliga í dystinum móti Víkingi, hvøkk á mótstøðuliðið og á Fótbólts Føroyar. Sonni Ragnar Nattestad fekk ikki ruddað eitt innlegg úr høgru burtur, og so var Jan Ingason Hansen knappur. 22-ára gamli skaðaplágaði leikarin var, eins og í Norðragøtu, sunnudagin til reiðar og avgreiddi støðuna væl. Hitt málið kom stutt fyri leiklok. Tá minkaði Niels Pauli Danielsen til 5-2 við brotssparki. 

[object Object]
Jan Ingason Hansen skoraði annan dystin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Ímillum har sást, at Skála er alt ov veikt í verjustøðu. Innan eitt lítið korter í fyrra hálvleiki skoraði B36 trý mál - øll uppá deyðbóltar. Tvey komu eftir leysar bóltar á eftir innkast, ið ávíkavist Árni Frederiksberg og Sebastian Pingel settu í málið, eftir at Skála als ikki fekk avgreitt støðuna og ruddað burtur. Fyrrverandi Skála-leikarin, Michal Przybylski, skoraði í samband við hornaspark, og í yvirtíðini í 1. hálvleiki revsaði B36 skjótt eitt mistak. Eins og við málinum hjá Michal, legði Sebastian Pingel upp, og danin sera sera vælupplagur út. Tað ger B36-liðið í høvuðsheitinum, og eitt korter fyri dystarlok, eftir nakað av tómgongd, slapp Meinhard Olsen upp í part við frálíkum málið. Hann legði eisini upp til Ragnar Samuelsen, ið var komin inn, og sum fekk seinasta orðið. B36 hevur fult stigatal og er oddalið. Skála hevur einki stig, og hevur seinastu tvey umførini latið 11 mál inn. 

[object Object]
Pingel hevur verið við í nógvum hjá B36 í ár (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ jagstrar, og fekk seint seinnapartin tryggjað sær trý stig í Fløtugerði. Har hevur KÍ trivist væl seinastu fýra árini, og tað hevur Jóannes Bjartalíð eisini. Hann skorar so at siga hvørja ferð, at teir bláu eru í Fugalfirði, og ársins leikari í fjør skoraði eisini tvey mál í dag. Tað fyrra kom eftir eitt væl uppbygt  KÍ-álop. Ísak Simonsen fann við góðum innleggi 10'aran, og so var 1-0. Tað gekk tó skjótt: ÍF hevði stutt áðrenn leiðslumálið hjá føroyameistarunum havt ein risamøguleika, men Kristian Joensen bjargaði sera væl, tá Dánjal á Lakjuni gjørdist púra fríur. Tað var toppskjúttin í Betrideildini, Uros Stojanov, ið legði upp til møguleikan hjá Dánjal, og stóri serbin fekk útjavnandi málið, eftir at álopsmakkarin og landsmaðurin, Filip Djordjevic gjørdi eitt frálíkt forarbeiði.  Báðir vóru eyðsýndir í dag.

[object Object]
Bjartalíð legði KÍ á odda...

[object Object]

Men Stojanov og ÍF svaraðu aftur - serbin hevur skorað øll fýra málini hjá ÍF í ár og er javnsíðis toppskjútti við Bjaralíð (Mynd: Sverri Egholm)

Tá sá út til at liðini fóru til hálvleiks við einum málið í part. KÍ hevði  fleiri góð álop, og tá ÍF var á bóltinum, sá tað í fleiri førum heilt gott út hjá heimaliðnum, og ferð og góðska var á dystinum. KÍ vildi hava brotsspark, tá stóri norski áleyparin Ole Erik Midtskogen varð trýstur niður í brotsteignum hjá ÍF. KÍ fekk tó fríspark stutt fyri hálvleik, eftir at at 18-ára gamli miðverjin Tóri Olsen, ið gjørdi tað gott í nógvum støðum, og Ole Erik runnu saman. Miso Budakovic hálvbjargaði harða skotinum hjá Patriki Johannesen, bólturin datt til Jákup Biskopstø Andreasen, og staddur á brotsteigarmarkinum smekkaði liðformaðurin til. Bólturin kom í éitt ÍF-bein, og snýtti Milos. 

Myndir: ÍF - KÍ
Jan Ellingsgaard: Satsa og so fáa teir tvey mál


Heimaliðið kom væl út til 2. hálvleik, men KÍ stóð ímóti og tók síðani yvir. Eins og í 1. hálvleiki fekk liðið hjá Mikkjali Thomassen funnið millumrúmið væl í fleiri førum, og bakkarnir Ísak Simonsen og Jóannes Kalsø Danielsen skaput fleiri vandamiklar støður við sínum yvirlappum. Hóast nakrar góaðr møguleikar, fekk útliðið ikki avgjørt dystin fyrrenn, tá lítið korter var eftir. Jan Ellingsgaard varð sendur fram í álopi, innskifti Páll Klettskarð varð sendur innum ÍF-verjuna, og Tóri Olsen feldi Páll, tá hann júst var komin inn í brotsteigin. Bjartalíð var sum vanligt tryggur úr ellivu metrum, og er nú deildur toppskjútti við Uros. Páll fekk eisini sítt fyrsta mál í ár løtu seinni, tá hann setti bóltin væl niður í longra málhorn, eftir at Ole Erik fekk hildið væl fast í bóltinum fyri síðani at sleppa honum til álopsmakkaran. Uppiborin sigur til KÍ, men ÍF-liðið vísti, at tað megnar at standa meira ímóti enn í fjør.


Betrideildin, 3. umfar

Gundadalur 23.05
B36 - Skála 6-2 (4-1)
15' Jan Ingason Hansen 0-1
25' Árni Frederiksberg (Sonni Ragnar Nattestad) 1-1
36' Michal Przybylski (Sebastian Pingel) 2-1
38' Sebastian Pingel 3-1
45'(+2)  Alex Mellemgaard (Sebastian Pingel) 4-1
75' Meinhard Egilsson Olsen 5-1
83' Niels Pauli Danielsen (br.) 5-2 
84' Ragnar Samuelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 6-2

B36 (4-2-3-1): 
Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson - Árni Frederiksberg (L), Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Vernjari: Jákup á Borg

Skála (4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (18' Teitur Poulsen), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen - Andreas Egeberg Jacobsen (41' Poul Kallsberg), Jan Ingason Hansen

Venjari: Bill McLeod Jacobsen

Fløtugerði 
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
26' Jóannes Bjartalíð 0-1
27' Uros Stojanov 1-1
44' Jákup Biskopstø Andreasen 1-2
77' Jóannes Bjartalíð 1-3
84' Páll Andrasson Klettskarð 1-4

ÍF (4-4-2): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L), Andy Olsen - Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Boris Dosljak - Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen 

Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen

Myndir: ÍF - KÍ

(18.00) EB/Streymur - TB (2-0)
40' Gutti Dahl Olsen 1-0
44' Niklas Kruse 2-0

Í gjár:
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen 1-0

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen

Myndir: Víkingur - NSÍ


Í morgin (24/5): 

(15.00): AB - HB

1. B36 (9 stig)
2. Víkingur (7 stig)
3. NSÍ (6 stig)
4. KÍ (6 stig)
5. HB (6 stig) *
6. ÍF (3 stig)
7. AB (1 stig) *
8. TB (0 stig) *
9. EB/Streymur (0 stig) *
10. Skála

* Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder