Í morgin fer Betrideildin aftur á rull. Vit fara at hava serligt fokus á dystin í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti B36.
Í 2007 varð 1. umfar, í tí sum tá bar navnið Formuladeildin, leikt 1. apríl. B36 tók ímóti KÍ í Gundadali. Einsamalla málið í dystinum skoraði Sylla Ahmed Davy, áleyparin av Fílabeinsstrondini, sum fimm og ein hálvan mánaða frammanundan avgjørdi steypafinaluna móti júst KÍ á sama vølli. Hetta árið gjørdist Sylla toppskjútti í deildini við 18 málum. B36 fekk bronsu og endaði nummar trý.
Eftir eitt rímiliga gott kappingarár í 2006 gekk skjótt niðureftir hjá KÍ. Í 1. umfari í 2008 tapti liðið greitt 4-0 við Margáir. Tá spældi Mikkjal Thomassen við EB/Streymi, sum vann FM hetta árið. KÍ var ikki langt frá at flyta niður í 2008, og árið eftir gekk galið - søguríka felagið flutti fyri fyrstu ferð niður í 1. deild.
Mikkjal Thomassen hevur enn ongantíð roynt at tapt í 1. umfari - Hann var fýra ár venjari hjá B36 og fer nú undir sítt sætta ár í KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)
Síðani 2008 hevur KÍ ikki tapt í 1. umfari. Fimm sigrar og fimm javnleikir hevur úrtøkan verið í 1. umfari í Betrideildini síðani tá - í 2009 spældi KÍ í javnleik í sínum fyrsta dysti í 1 deild (í Hoyvík).
Í 1. umfari í 2007 spældi Mikkjal Thomassen við B36. Miðvallarin gjørdist seinni venjari - fyrst hjá B36 og síðani hjá KÍ. Síðani Mikkjal tók við í Klaksvík í 2015 hevur liðið vunnið tvær ferðir í 1. umfari og spælt tríggjar javnleikir. Ein av teimum sum Mikkjal Thomassen hevur verið liðfelagið hjá, og sum hevur spælt undir honum, er Jákup á Borg. Hann hevur higartil sum venjari roynt at vunnið, spælt javnt og tapt í 1. umfari. Jákup fer nú undir sítt fjórða ár í sessinum.
Les eisini:
Patrik Johannesen: - Vit føla ikki størri trýst á okkum í ár
Andrias Eriksen: Skulu aftur í ár vera avgjørdir í báðum endunum av vøllinum
Í 2018 tapti B36 óvæntað á Eiði í 1. umfari. Hetta var fyrstu ferð í 13 ár, at tað hendi. Í 2005, tá kappingin á fyrsta sinni fór til 27. umfør, tapti B36 1-0 fyri NSÍ. Hetta árið gjørdist liðið annars meistari og tapti bert tríggjar dystir.
Dystir hjá B36 og KÍ í 1. umfari seinastu fimm árini:
2019:
KÍ – HB 0-0
B36 – Skála 1-0
2018:
EB/Streymur – B36 3-2
HB – KÍ 0-3
2017:
KÍ – Skála 0-0
Víkingur – B36 1-1
2016
B36 – ÍF 4-1
TB – KÍ 0-1
2015:
TB – KÍ 1-1
B36 – EB/Streymur 1-1
KÍ: 9 stig (tveir sigrar og tríggir javnleikir)
B36: 8 stig (tveir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap)
Kelda: FaroeSoccer
Liðini ið endaðu á teimum báðum ovastu plássunum í fjør, hittast við Djúpumýrar í morgin klokkan 17, og spurningurin er so, hvussu tey koma frá byrjan hesuferð.
Talan er um eina endurtøku av seinasta umfari í fjør, har KÍ vann 3-0 í Gundadali og tryggjaði sær FM. KÍ verður í morgin helst uttan tveir av leikarunum, ið byrjaðu inni tann dagin, vegna skaða: Liðformannin Jákup Biskopstø Andreasen (lærkriki) og Páll Andrasson Klettskarð (rivjabein).
Páll Klettskarð skoraði til 1-0 í avgerandi FM-dystinum í fjør. Spurningurin er, um hann fær nakran leiklut í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vit verða á staðnum og hava myndir, dagføring av støðuni, dystarfrásøgn og samrøður.
Les eisini:
Uppgávan hjá miðlunum størri
Her eru allar okkara upptaktir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald