Í morgin fer bólturin endliga aftur á rull í Betrideildini. Feløgini hava havt langar og øðrvísi fyrireikingar til hetta kappingarárið.
Á Portalinum hava vit tvær reisur gjørt upptaktir við umboð frá øllum feløgunum. Fyrst var tað síðst í februar og fyrst í mars - stutt áðrenn at kappingin skuldi byrja (upprunadagfestingin var 8. mars)
Í hesari vikuni hava vit aftur gjørt eina rundferð. Nakað meira fokus hevur verið á 1. umfar sjálvt, og á tað at liðini hava havt serligar umstøður seinastu tíðina. Tó snúgva upptakirnar frá hesari vikuni eisini seg yvirskipað um kappingarárið 2020 og um broytingar á liðunum.
Her eru allar tjúgu upptakirnar samlaðar - trýst á leinki fyri at koma inn á einstøku greinina.
Gjørdar í vikuni:
HB - EB/Streymur (15.00)
Daniel Johansen (HB): - Spæligleði og samanhald millum lyklarnir til at koma í oddin
Símun Sólheim (EB/Streymur): - Skulu geva ein 100 prosent innsats fyri at taka stig frá HB eygardagin
NSÍ - TB (15.00)
Pætur Hentze (NSÍ): - Hetta hevur verið heimsins longsti uppstartur
John Villi Wøldike Leo (TB): - Hava nú eitt sera væl samansjóðað lið
Skála - ÍF (16.00)
Jóhan Waag Høgensen (Skála): - Her er ein góð og spennandi blanding av leikarum á Skála
Dánjal á Lakjuni (ÍF): - Ein knallharður arbeiðsinnsatsur skal til
KÍ - B36 (17.00)
Patrik Johannesen (KÍ): - Vit føla ikki størri trýst á okkum í ár
Andrias Høgnason Eriksen (B36): - Skulu aftur í ár vera avgjørdir í báðum endunum av vøllinum
AB - Víkingur (19.00)
Símun Samuelsen: - Størsta avbjóðingin var at byrja sum venjari uttan at sleppa at venja
Jákup Johansen: - Eitt Vikinga-lið sum fer at royna at varðveita og spæla bóltin meira enn undanfarin ár
Gjørdar stutt undan uppranaligu byrjunardagfestingini:
KÍ - Jákup Biskipstø Andreasen: - Svangir eftir at endurvinna FM
B36 - Hugin Samuelsen: - Liðið er avgjørt sterkari í ar enn í fjør
NSÍ - Klæmint Andrasson Olsen: - Leikhátturin hjá Glenn hóskar væl til okkara hóp
HB - Pætur Joensson Petersen: - Sjálvandi er tað FM vit sikta eftir
Víkingur - Sølvi Vatnhamar: - Brennandi ynski um at vit skulu kappast í oddinum aftur
Skála - Andreas Egeberg Jacobsen: - Her eru nógvir ungir og svangir leikarar á Skála
TB - Dánjal Godtfred: - Stórur dentur verður lagdur á samanhaldið
AB - Sørin Nygaard Samuelsen: - Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør
EB/Streymur - Andras Ólason Olsen: - Hava fingið fleiri ungar og dugnaligar leikarar inn
ÍF - Karl Abrahamsson Løkin: - Eru sera spentir uppá at mótprógva kritikkarunum
Fótbóltur
Yvirlit: Her eru allar okkara upptaktir
Vit tosaðu við eitt umboð frá hvørjum liðið í Betrideildini stutt áðrenn ætlaðu kappingarbyrjanina, og í hesari vikuni hava vit aftur gjørt upptaktir við øllum feløgunum.
Jákup B. Andreasen og Pætur Petersen vóru tveir av leikarunum, sum vit í februar tosaðu við um kappingina (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-05-08 14:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald