Fótbóltur

- Liðið er avgjørt sterkari í ár enn í fjør

Hugin Samuelsen sigur eisini, at tapið í FM-finaluni hevur gjørt B36-liðið svangari, og at hann og liðfelagarnir hava arbeitt hart víðari síðani.

Hugin Samuelsen eftir sítt mál í Europa League seinasta summar (Mynd: Sverri Egholm)

Hugin Samuelsen eftir sítt mál í Europa League seinasta summar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-25 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 8. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Komandi dagarnar fara vit at hava upptaktir á Portalinum - vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin    

Á seinasta leikdegi í fjør tapti B36 greitt fyri KÍ í FM-finaluni. Hetta ger sambært Hugini Samuelsen, at teir á B36-liðnum eru meira svangir í 2020:

-  Eg haldi, at tapið fyri KÍ síðsta ár hevur gjørt, at allir á liðnum eru svangari enn nakrantíð til at vinna føroyameistaraheitið í ár. Okkara fyrsti dystur í kappingini í ár er í Klaksvík, og eg haldi tað hevur havt eina góða ávirkan á okkara “pre-season”. Allir vilja prógva seg og vísa venjarum, viðhaldsfólkum, liðfelagum og ikki minst okkum sjálvum, at vit kunnu meira, enn hvat vit vístu á síðsta leikdegi í fjør. Tað er stór kapping um plássini í løtuni, og tað eggjar allar á liðnum til at geva seg fult út til hvørja venjing, tí allir vilja byrja inni tann 8. mars

[object Object]
Hugin í FM-finaluni í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

21-ára gamli miðvallarin sigur, at B36-hópurin, ið ikki hevur verið fyri nógvum broytingum, er styrknaður yvir veturin:

- Eg veit ikki, um man kann siga, at tað er ein styrkur at fáar broytingar hava verið, men teir sum eru komnir aðrastaðni frá hava víst seg í venjingum og ikki minst vinardystunum.  Eg haldi avgjørt, at liðið er sterkari í ár enn í fjør. Hópurin var rættiliga nýggjur í fjør, men nú hava vit spælt saman í eitt ár, og kennast eisini betri bæði á og uttanfyri vøllin, so nú snýr tað seg um at halda góðu gongdini sum hevur verið og blíva við at mennast sum lið.

Í 2019 fekk B36 heili 63 stig og hevði eina røð við 19 dystum uttan ósigur. Árstalsfelagið vann eisini allar 15 dystirnar ímóti liðunum frá niðaru hálvu av stigatalvuni:

-  Av tí at vit høvdu eitt so gott kappingarár í heimligu kappingini í fjør, so er tað eingin loyna at vit sikta eftir at liggja heilt har uppi á stigatalvuni. Men sum heild fara vit sjálvandi at miða ímóti at koma so langt sum gjørligt í øllum kappingum, og vit vita, at tað sum skal til fyri at vinna meistaraheitir og finalur liggur í okkum. Man sigur ofta, at tað er tað liðið sum vinnur flest dystir ímóti botn 5, sum vinnur meistaraheitið , við undantikið síðsta kappingarár har vit , so vit fara at royna at hava eina støðuga gongd, og vinna teir dystirnir sum vit '' eiga '' at vinna. Dystirnir ímót hinum liðunum, sum ofta leggja seg í topp 5 á stigatalvuni, kunnu ofta fara báðar vegir - vit skulu bara syrgja fyri, at vit eru til staðar og til reiðar til hvørja einastu uppgávu.

[object Object]Hugin gjørdi hattrick á Eiði seinasta heyst (Mynd: Bjarni Enghamar)


Hugin Samuelsen spældi nógvar dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum í 2018, men tað kann sigast at hávaksni miðvallarin fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør. Hugin skoraði fimm mál – millum annað eitt í Europa League. Hann hugsavnar seg nú um at arbeiða hart víðari:

- Vit í B36 hava leingi fylgt hugsanarháttinum, at hart arbeiði kemur fram um alt annað. Fram um pent fótbóltsspæl og “tiki taka fótbólt”. Vit eru vísir í, at um vit arbeiða hart, so kemur tað góða fótbóltsspælið aftaná, so tað ætli eg mær at gera mítt fyri, riggar. Vónandi fari eg eisini at skora nøkur mál. Tað hevur ógvuliga nógv at siga fyri meg at spæla fyri B36. Tað er nakað, sum eg altíð havi brent fyri, og at eg nú havi fingið møguleikan fleiri ferð, eri eg takksamur fyri. Hóast tað hevur gingist mær væl higartil, veit eg, at eg ongan veg eri komin enn. Eg ætli mær at stríðast fyri at halda fram á somu leið – so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.

 

Hópurin hjá B36 - dagførdur 8. mai:
Málverjar:
Símun Rógvi Hansen
Rói Mørk Hentze
Mattias Lamhauge *

Verjuleikarar:
Andrias Høgnason Eriksen
Sonni Ragnar Nattestad 
Erling Dávidsson
Andreas Thomsen
Sveinur Lava Olsen 
Alex Mellemgaard
Benjamin Heinesen (Er upprunaliga miðvallari, men sær út til at fáa leiklutin sum høgri bakkur)

Miðvallarir:
Eli Falkvard Nielsen
Magnus Holm Jacobsen
Hugin Samuelsen
Ragnar Samuelsen
Mattias Weihe Joensen
Árni Frederiksberg
Michal Pryzbylski (Pólland)
Meinhard Egilsson Olsen *
Erlendur Magnusson (aftur eftir langtíðarskaða - spælir eisini sum bakkur) 

Áleyparar:
Sebastian Pingel * (Danmark)
Stefan Radosavljevic
Brian Jakobsen
Jóhann Hansson Joensen
Andrass Johansen

*Nýggjur í hópinum

Venjari: Jákup á Borg – fer undir sítt fjórða ár í sessinum 

Les eisini: -Svangir eftir at endurvinna FM í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder