Fótbóltur

B36 og NSÍ greiddu sína skyldu

Heili 14 mál komu samanlagt í Trongisvági og í Gundadali.

Árni Frederiksberg skoraði tvey frálík mál við sínum framúr góða vinstra beini í 7-2 sigrinum á ÍF (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Árni Frederiksberg skoraði tvey frálík mál við sínum framúr góða vinstra beini í 7-2 sigrinum á ÍF (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-09-22 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 23. umfari í Betrideildini eru leiktir. Talan var um tvey av topp-trý liðunum ið spældu ímóti liðum úr niðaru hálvu. Tveir greiðir sigrar vóru í málríkum dystum, tó at TB gav NSÍ rímiliga skarpan gang.

Tað sást, at talan var um topp ímóti botni í Gundadali, har ÍF var á vitjan. B36 hevur skorað væl færri mál í ár enn undanfarnu ár, men í dag skoraði heimaliðið heili 7 mál í Gundadali. Longu eftir sjey minuttir var 2-0. Málið hjá Árna Frederiksberg var ein langskotsperla við vinstra beininum, og tað var hansara seinna mál eisini. Málið hjá Hugini Samuelsen minuttin eftir varð stútað inn eftir gott horna úr vinstru, eins og fyrra málið hjá Briani Jakobsen og tað hjá Erlingi Jacobsen.

[object Object]
Brian Jakobsen skoraði tvær ferðir ímóti ÍF í dag (Savnsmynd: Ólavur Frederiksn/Faroephoti) 

Hans Jákup Lervig gav ÍF eina vón, tá høgri kanturin smekkaði bóltin sera væl í málið umvegis samankomingina. Men tvey skjót mál frá Briani gjørdi, at dysturin var punkteraður eftir hálvan tíma. Herfrá var tað "cruise control" hjá liðnum hjá Jákupi á Borg, ið fekk hvílt nakrar leikarar og roynt ymiskt av. ÍF hevði tað sera trupult, og B36 spældi væl.  Trý stig afturat og nógv góð mál á kontoina hjá oddaliðnum.



Við Stora var NSÍ omaná og byrjaði sera væl við málið frá toppskjúttanum. Tað burdi verið størri munur enn 0-1 í hálvleikinum - serliga orsakað av trýfalda møguleikanum hjá Peturi Knudsen stutt fyri steðgin: Fyrst bjargaði Milos Budakovic brotsspark frá Peturi, siðani vippaði málverjin eitt skot frá nummar 16 uppum og síðani rakti 21-ára gamli bóltsnillingurin tvørtræðið.

[object Object]
Petur Knudsen var sera eyðsýndur við Stóra í dag

Stutt inn í 2. hálvleik glapp hjá Peturi, og hann var økti aftur til eina tvey-máls leiðslu stórar tíggju minuttir fyri tíð. Veljko Vukovic hevði minkað um munin tíggju minuttir eftir steðgin. Millum 1-2 og 1-3 málini hevði NSÍ nakrar góðar møguleikar, har serliga Klæmint var nær við. Punktum varð sett úr ellivu metrum, men Petur fekk ikki sítt hattrick eftir eitt frálíkt avrik. NSÍ reisti seg eftir tveir svárar ósigrar og jagstrar framvegis B36. 

Í løtuni spæla KÍ og AB á Argjum.


Betrideildin, 23. umfar
22. september

TB - NSÍ 1-4 (0-1)
5' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
53' Petur Knudsen 0-2
55' Veljko Vukovic 1-2
79' Petur Knudsen 1-3
90' Jann Martin Mortensen (br.) 1-4 

B36 - ÍF 7-2 (4-1)
6' Árni Frederiksberg 1-0
7' Hugin Samuelsen 2-0
18' Hans Jákup Lervig 2-1
23 'Brian Jakobsen 3-1
31' Brian Jakobsen 4-1
49' Erling Dávidsson 5-1
80' Karl Løkin 5-2
87' Árni Frederiksberg 6-2
90' Stefan Radosavljevic 7-2

(17.00): AB - KÍ (0-2) - Fylg við á forsíðu okkara

Mikudagin spæla Víkingur og Skála, HB og EB/Streymur bresta saman


Støðan: 
1. B36 (56 stig) 23 dystir
2. NSÍ (51 stig) 23 dystir
3. KÍ (51 stig) 22 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 23 dystir
8. AB (15 stig) 22 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 23 dystir


Uppstillingar o.a frá dystunum: 

TB (4-4-1-1): Milos Budakovic - Eirikur Magnusarson Ellendersen Aron Sørensen, Poul Ingason (L), Ndende Adama Gueye, Dánjal Godtfred - Nikolei Johannesen, Martin Tausen, Rógvi Joensen (30' Aron Sørensen)*, John Villi Leo,  - Veljko Vukovic - Ken Fagerberg
*Kom inn á høgra bakk

Reytt kort: Martin Tausen (89')
Gult kort: Poul Ingason,

Venjari: Zoran Pavlovic

NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen, Oddur Árnason Højgaard  (70' Jann Julin Benjaminsen),  Jóhan Troest Davidsen (82' Øssur Dalbúð), Einar Tróndargjógv - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen (67' Betuel Hansen), Pól Jóhannus Justinussen - Búi Egilsson, Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

Venjari: Guðjón Tórðarson


B36 (4-2-3-1): 
Hans Jørgensen - Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Erling Dávidsson (60' Mattias Weihe Joensen), Alex Mellemgaard - Hugin Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen (82' Eli Falkvard Nielsen) - Árni Frederiksberg, Michal Pryzbylski, Stefan Radosavljevic  - Brian Jakobsen (66' Lukasz Cieslewicz)

Gult kort: Stefan Radosavljevic

Venjari: Jákup á Borg


ÍF (4-5-1): Petur Meinhard Magnussen - Dávid Langaard, Høgni Zachariassen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (53' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hans Jákup Lervig, Holgar Djurhuus, Ari Ólavsson Ellingsgaard, Karl Løkin, Pól Jákup Lundsbjerg (72' Rói Kallsoy Róin) - Gundur Ellingsgaard Petersen (82' Alex Jose Dos Santos)

Gult kort: Sámal Joensen

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder