Um KÍ megnar at vinna á føroyameistarunum í dystinum í Klaksvík, er tað ikki møguligt hjá NSÍ og B36 at røkka 2. plássinum. Um KÍ og HB spæla javnt, so er er ein sigur allarhelst ikki nóg mikið hjá B36, men so endar NSÍ nummar tvey við sigri á Tórsvølli. Um KÍ tapir, so er tað púra opið fyri bæði B36 og NSÍ.
Hetta eru møguleikarnir í dag, tá NSÍ og B36, ið eru á ávíkavist 3. og 4. plássinum, bresta saman á Tórsvølli. Bæði vilja hava fatur á 2. plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til nýggju UEFA Conference League, ið føroysku liðini skulu spæla í ístaðin fyri Europa League framyvir.
At vinna steypakappingina gevur hitt føroyska plássið í UEFA Conference League, men um HB vinnur Løgmanssteypið, fer tað plássið til liðið, sum endar nummar trý.
Harvið er nógv uppá spæl í dag hjá NSÍ og B36, og sannliga eisini KÍ í Klaksvík, sum ikki er við í steypakappingini longur. Eitt er møguelikin at spæla evropeiskar dystir - eitt annað er peningurin, ið fylgir við.
NSÍ hevur Petur Knudsen aftur eftir leikbann, og undir Allan K. Jepsen hevur liðið spælt javnleik á útivølli móti HB og vunnið á KÍ. NSÍ vann eisini seinast, tá B36 var á skránni (4-2 við Løkin) Við sigri í dag kann NSÍ seta met fyri stigatal í einum kappingarári - í meistarárinum 2007 endaðu runavíkingar við 61 stigum. B36 er endað í topp-trý øll tey trý undanfarnu árini undir Jákupi á Borg.
Vit dagføra frá dystinum á Tórsvølli og verða til staðar har við myndatólinum.
Betrideildin 27. umfar
27. umfar - 07.11
KÍ - HB
B36 - NSÍ
Víkingur - ÍF
AB - EB/Streymur
TB - Skála
Allir dystirnir byrja klokkan 14
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. HB (68 stig)
2. KÍ (61 stig)
3. NSÍ (60 stig)
4. B36 (59 stig)
5. Víkingur (44 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (15 stig)
9. Skála (7 stig)
10. AB (7 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald