4. umfar í Betrideildini fer í gongd í kvøld. Hetta er fyrsta miðvikuumfarið í ár.
B36 fer um Suðuroyarfjørð við fullum stigatali og vil sjálvandi helst fara aftur til høvuðsstaðin á sama hátt. Ein sera søtur og Klaksvík og tryggir sigrar á Skála og AB á heimavølli eru higartil komnir til høldar hjá ártalsfelagnum. TB er annað av liðunum, Skála er hitt, ið ikki hevur fingið stig enn, og tí er nógv sum bendir á, at B36, fer at vinna í kvøld.
Meinhard Olsen hevur skorað í øllum dystunum fyri B36 higartil
Tað sum kann gera tað trupult er, at TB ofta er sterkt á heimavølli og gav KÍ storar trupulleikar í 2. umfari. B36 hevur spælt nógvar tættar dystir við Stóra seinastu árini. Hjá B36 hava eisini ivamál verið um miðverjuna, tí liðformaðurin Andrias Eriksen noyddist at gevast undir upphitingini til Skála-dystin, Sonni Ragnar Nattestad hevði trupulleikar, tá hann fór út, og Erling Dávidsson var ikki í hópinum. Tað er eisini á pappírinum ein styrkur hjá TB, at sera royndi Meinhardt Joensen er leigaður úr KÍ fyri at vejra málið.
Alt í alt ger hetta tó ikki nakað við, at B36 er greiður favorittur. Tað er NSÍ eisini við Løkin í kvøld, tá ÍF vitjar. Runavíkingar vóru nær við at fáa stig við úr Sarpugerði og skulu nú aftur á kósina. NSÍ plagar ikki at hava trupulleikar við liðum úr lægra endanum, og ÍF er skert, við tað at Karl Løkin er skaddur. Jens Joensen, ein annar fyrrverandi NSÍ-leikari, er ivasamur.
Uros Stojanov hevur skorað fýra mál og hevur skorað í øllum dystunum í ár. Hann og ÍF góvu KÍ ávísar trupulleikar leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá NSÍ hevur Jóhan Troest Davidsen eisini havt trupulleikar við skaða; hann var ikki tøkur til Víkinga-dystin. Hetta er tann triði dysturin á rað, at ÍF skal spæla ímóti liðið úr topp-fimm.
Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19.00. Vit hava myndir úr Trongisvági og við Løkin og til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara. Aftaná taka vit samanum.
4. umfar í Betrideildini
Mikudagin 27.05:
19.00: NSÍ - ÍF
TB - B36
Hósdagin 28.05:
17.00: HB - Víkingur
19.00: KÍ - EB/Streymur
Skála - AB
Støðan
1. B36 (9 stig)
2. HB (9 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. NSÍ (6 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig)
7. ÍF (3 stig)
8. AB (1 stig)
9. TB (0 stig)
10. Skála (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald