
29-ára gamli Karl Løkin var eyðsýndur í dystinum millum ÍF og KÍ í Fløtugerði. Ímóti endanum av dystinum sást, at hann hevði lagt nógv fyri, tí nummar 6 hjá ÍF hevði trupult við at renna. Tað tyktist sum um, at talan var um sinadrátt, men tað var verri enn so:
- Talan er um ein vøddaskaða; eg havi fingið fipur í baklærið, og talan er um yvirbelasting
Karl sigur við Portalin, at tað ikki er heilt greitt, hvussu leingi hann noyðist at sita uttanfyri, men at tað verður nokk ikki meir enn tvær vikur. Slíkir skaðar kunnu vera meira álvarsamir, men sum tað sær út, verður bíðitíðin ikki so long.
Harvið verður hann ikki við til dystin móti NSÍ, ið Karl Løkin hevur spælt fyri í nógv ár, í annaðkvøld og heldur ikki til lykladystin móti EB/Streymi týskvøldið um eina viku. Heimadysturin móti AB 7. juni, 15 dagar eftir at skaðin kom, er harvið eisini eitt ivamál hjá Karli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald