Fótbóltur

B36 og Víkingur dystast í kvøld

Áhugaverdur venjingardystur í Gundadali kl.18.00.

Víkingur og B36 spæla í Gundadali í kvøld
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur og B36 spæla í Gundadali í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-17 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum fór VFF Cup á skránni. Tað er kappingin hjá venjarafelagnum, ið nú fevnir um seks vikuskifti og seks umfør við venjingardystum ímillum liðini í Betrideildini.

Komandi vikuskifti verður 2. umfar leikt, men longu í kvøld er ein venjingardystur á skránni. Tað er dystur ímillum B36 og Víking, ið ikki er partur av kappingini, men sum er ein "vanligur venjingardystur" Hann skudli leikast í gjárkvøldið, men tað var ikki spælandi.

Í kvøld royna liðini aftur, og talan er um ein áhugaverdan dyst, har meira kann síggjast til tvey av topp-fimm liðunum seinastu árini. Bæði B36 og Víkingur vunnu 4-0 á heimavølli í vikuskiftinum í 1. umfari í VFF Cup (á ávíkavist EB/Streymi og TB)

Hjá Víkingi var Dion Splidt við fyri fyrstu ferð; annars vóru so at siga bara leikarar, ið eru uppaldir í felagnum á vøllinum. Hjá B36 sló Árni Frederiksberg til í sínum fyrsta dyst við einum málið og tveimum uppleggum. 18-ára gamli Asbjørn Heðinsson, ið møguliga skiftir til B36 úr 07 Vestur, var eisini at síggja hjá árstalsfelagnum.

Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder