Fyrst royndi Víkingur, men hóast Adrian Justinussen noyddist út við skaða, var HB sterkari og vann 3-0. Fýra dagar seinni royndi B36, ið hevði fult stigatal frammaundan, at koppa teimum reyð-svørtu, men HB, framvegis uttan Adrian, var betra liðið í grannadystinum og oddaliðið við fullum stigatalið vann 4-2.
Víkingur var greitt við undirlutan móti HB og er í løtuni tíggju stig aftanfyri oddaliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Samstundis sum B36 og HB spældu undirhaldandi dystin í Gundadali, spældu Vìkingur og TB málleysan javnleik í Sarpugerði. Hetta var enn eitt afturstig hjá Víkingi, ið eisini hevur spælt 0-0 móti AB í ár. Harvið skulu teir ljósablá helst vinna í dag, um teir av álvara skulu verða væl við. Bert trý lið sleppa út í Evropa í ár, so stríðið verður hart.
Víkingur megnaði ikki at koppa TB í Sarpugerði mánadagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
B36 byrjaði kappingarárið í fjør við at vinna fýra dystir. Sìðani rendi liðið seg í trý topp-fimm lið og trý tap á rað. Eitt av teimum tapunum kom í Sarpugerði. Ártalsfelagið vil ger alt fyri at forða fyri at nakað líknandi verður í ár og heldur hanga í HB, sum eftir sigurin í Trongisvági í gjár , er seks stig frammanfyri B36 og eisini KÍ og NSÍ, sum hittast við Djúpumýru í dag.
Les eisini: KÍ skal royna at halda góðu gongdini á Norðoyastevnuni og móti NSÍ
B36 hevur ikki vunnið í tí fyrsta av teimum trimum innanhýsis dystunum móti Víkingi síðani 2013, tá ártalsfelagið hølvaði liðið úr Eysturkommunu av í Gundadali í 2. umfari (4-0). Síðani hevur Víkingur vunnið tríggjar og tríggir eru endaðir við . Liðini spæla vanliga javnar dystir, og tað er lagt upp til ein slíkan aftur í dag, nú liðini hava nógv uppá spæl.
Hjá B36 eru stórar avbjóðingar í verjuketuni. Liðformaðurin Andrias Eriksen hevur verið skaddur síðani upphitingina móti Skála í 3. umfari, Erling Dávidsson hevur bert spælt fýra minuttir í ár, og Alex Mellemgaard hevur leikbann eftir reyða kortið móti HB. Erlendur Magnusson hevur verið í miðverjuni seinastu stóru 200 minuttirnar, men hóast nakrar góðar atgerðir, so er hann ikki í miðverjuni, og Benjamin Heinesen er framvegis í gongd við at venja seg við tilveruna á høgra bakki. Ártalsfelagið hevur havt tríggjar ymiskar málverjar frá byrjan og hevur latið sjey mál inn - flest av topp-fimm liðunum.
Vinstri bakkurin hjá B36 fekk beinleiðis reytt kort í grannauppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur, ið er fullmannað, skal ansa eftir at ikki glíða út av topp-fimm. Tað fer at henda, um ÍF vinnur á heimavølli móti AB, og um B36 vinnur í Sarpugerði. Bert seks mál, tað sama sum ÍF og Skála, er talið ið skapir størst stúran hjá Eyðuni Klakstein. Fimm av málunum komu móti Skála í 2. umfari, og tríggjar ferðir fyrstu fimm umførini eru teir ljósabláu farnir av vøllinum uttan at skora. Eingin leikari hevur skorað meira enn eitt mál hjá Vìkingi, so spurningurin er, um Finnur Justinussen fær sítt mál nummar 100 í ár, um Lukasz slær til móti sínum gamla felagið, ella um Sølvi Vatnhamar aftur fær hol á.
Lukasz Cieslewicz skal fyri fyrstu ferð spæla ímóti B36, ið hann umboðaði í níggju ár (Mynd: Sverri Egholm)
Vit dagføra frá dystinum í Sarpugerði, eins og vit gera frá hinum dystunum í dag. Vit hava eisini myndir, viðmerkingar og samandrátt frá Víkingi - B36
Betrideildin 6. umfar
Sunnudagin 7/6:
15.00: ÍF - AB
EB/Streymur - Skála
KÍ - NSÍ
17.00: Víkingur - B36
Í gjár - leygardagin 6/6:
TB - HB 0-1 (0-1)
12' Dan í Soylu (Øssur Dalbúð)
Reytt kort: Jens Erik Bruhn (66' - seinna gula)
Støðan:
1. HB (18 stig) *
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. ÍF (6 stig)
7. EB/Streymur (3 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) *
10. Skála (1 stig)
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald