Viborg verður karmur um næstu trý arini í fótbóltsyrikisleiðini hjá 18 ára gamla Martini Agnarssyni. Hesum boðar B36 frá í kvøld, nú flytingarvindeyga læt aftur klokkan 23.
Superligafelagið var mótstøðulið hjá B36 í Conference Leagur í summar, og eyðsýndi Martin Agnarsson var stutt eftir boðin til Viborg á vitjan. Síðani tóku samráðingar seg upp millum feløgini.
(Mynd: Viborg FF)
Martin Agnarsson spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá B36 21. juni 2020 á útivølli móti ÍF. B36 vann dystin við trimum málum móti ongum. Tilsamans hevur Martin leikt 58 dystir á besta liðnum og hann hevur skotið 5 mál. Seinasta málið var skotið á Eiði sunnudagin móti NSÍ.
B36 og Viborg FF eru samd um ikki at upplýsa upphæddina, sum Viborg hevur latið B36 fyri Martin Agnarsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald