Fótbóltur

B36 sett stjóra

Jan Poulsen er settur í starv sum stjóri í fótbóltsfelagnum B36. Hann skal stjórna dagliga samskiftinum fyri felagið.

Jan Poulsen (Mynd: B36)

Jan Poulsen (Mynd: B36)

2023-03-06 23:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nevndin í B36 hevur í februar sett 57 ára gamla Jan Poulsen sum stjóra í felagnum. 

Jan Poulsen er løgreglumaður og arbeiðir dagliga sum leiðari. Hann er hjálparvenjari hjá Betri kvinnum og nú eisini í parttíðarstarvi sum stjóri. 

- Eginleikarnir at varnast smálutir, vera fyrireikaður og at altíð vera eitt stig frammanfyri avbjóðingina, hevur hann sum fá. Hann skal nú stjórna dagliga samskiftium fyri felagið, sum við árunum einans er vorðin ein vaksandi uppgáva, skrivar B36.

Nógvar praktiskar uppgávur fylgja við starvinum, men við einum væl skipaðum stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum hjálparfólkum, venjarum og nevnd at verða lættari og til reiðar at fara undir. 

- Jan skal syrgja fyri at B36 maskinan altíð er væl smurd og at hon koyrir uttan íhald, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder