Eitt tap við tveimum málum í fyrra dystinum plagar at vera ein deyðadómir fyri føroyskar dreymar í Evropa. Tað er tó eitt føroyskt felag, sum hevur vent hesum tað: B36.
Ellivu ferðir hevur árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum spælt seg víðari í evropeiskari kapping, og fyrru ferðina í 2022 var heilt serlig.
Borac Banja Luka vann 2-0 í Bosnia í fyrra dystinum - talan var eisini um 1. umfar í Conference League Magnus Egilsson gjørdi tó hattrikk í Gundadali. Eitt var beinleiðis fríspark, tvey mál vóru brotsspørk og tað endaði 3-1 í vanligari leiktíð. Í brotssparkskappingini var B36 omaná, har serliga Mattias Lamhauge (tvær bjargingar) og Lukas Enevoldsen (avgerandi skotið) gjørdist hetjurnar.
Lukas Enevoldsen, sum nú er hjálparvenjari, sendi B36 í 2. umfar við sínum brotssparki (Mynd: Bjarni Enghamar)
Magnus Egilsson, sum helst verður vinstri miðverji aftur í kvøld, gjørdi hattrikk (Mynd: Bjarni Enghamar)
Les eisini: B36 skal gera sum fyri tveimum árum síðani
Seks spælarar frá tí dystinum fara helst at spæla ein leiklut á vøllinum í kvøld. Bjarki Nielsen, Hannes Agnarsson, Símun Sólheim, Benjamin Heinesen, Michal Przybylski og hattrikk-hetjan Magnus Egilsson. Lukas Enevoldsen er nú hjálparvenjari - Andrass Johansen er skaddur.
Andrass er tó byrjaður spakuliga at venja við aftur eftir brotið í fótinum. Marius Kryger Lindh vandi eisini í gjár. Vandamikli danski vongurin byrjaði ikki inni í Lettlandi. Tað er sannlíkt, at hann byrjar í kvøld, og møguliga ger Magne Hoseth fleiri broytingar á manningarsíðuni.
Marius Kryger Lindh til venjingina í gjár. Hann er tøkur aftur fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Hoseth: - Hetta er ein risa dystur fyri okkum
Myndir: B36 skal gera bart
Tað er ógvuliga sannlíkt, at Magne Hoseth heldur fast í 5-4-1/3-4-3 leikskipanini. Hon eydnaðist ikki so væl í Lettlandi, men í fjør við KÍ hóskaði tað sum fótur í hosu.
Millum annað gekst væl móti Zoran Zeljkovic og Olympia Ljubljana, tá slovensku meistararnir vitjaðu í Føroyum í bólkaspælinum í Conference League. Nú er tað sami venjari - við einum nýggjum liði - og á sama leikvølli. Um úrslitið veðrur tað sama sum 26. oktober í fjør, 3-0, so fer B36 víðari.
Liðið hjá Magna Hoseth basti tí hjá Zoran Zeljkovic á Tórsvølli í fjør...
Nú skulu teir standa aftur við síðulinjuna har við hvør sínum liði (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 klokkan 18 á Tórsvølli
B36 - FK Auda (0-2)
Portalurin verður á staðnum og hevur beinleiðis blogg, myndir, dystarfrásøgn og samrøður.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her
Rættað og dagført: 13.53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald