Tað var ein smeitur fyri B36, at FK Auda økti til 2-0 í 85. minutti í dystinum í Riga mikukvøldið.
Undir umstøðunum og eftir leikgongdini hevði tað verið góðkent fyri B36 at fara úr Lettlandi við 0-1. Alt verður avgjørt á Tórsvølli mikukvøldið. Dysturin byrjar klokkan 18.
Tað verður kanska heldur tungt at venda 0-2 til víðari luttøku móti lettiska liðnum, sum vann ein steypadyst 4-1 á útivølli leygarkvøldið.
Sí eisini: Tungur burður hjá B36
Tað er bert eitt føroyskt felag, ið hevur koppað øllum á høvdið eftir minus tvey í fyrra dystinum í Evropa. Hetta var júst B36.
Borac Banja Luka vann 2-0 í Bosnia í fyrra dystinum. Hetta var fyri tveimum árum síðani, og talan var eisini um 1. umfar í Conference League. Sìðani hevði hópurin eina langa og trupla ferð heim vegna verkfall hjá SAS o.a., og tað vóru ikki nógv, ið væntaðu, at B36 fór at koma víðari móti lutfalsliga steku mótsstøðuni.
Magnus Egilsson gjørdi tó hattrikk í Gundadali - eitt beinleiðis fríspark og tvey brotsspørk - og tað endaði 3-1 í vanligari leiktíð. Liðini fingu eisini eina útvísing hvør, hvør sínumegin steðgin.
Lukas Enevoldsen skoraði trygt, tá danin kundi avgera alt. B36, eins og so ofta áður í Evropa, víðari á dramatiskan hátt. Núverandi hjálparvenjarin og menninir í hvítum hava aftur stóra upgpávu í Conference League (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
Í brotssparkskappingini skoraði B36 øll síni brotsspørk, og Mattias Lamhauge bjargaði tvær ferðir. Núverandi hjálparvenjarin Lukas Enevoldsen avgjørdi, og so var stórur B36-fagnaður.
Mikukvøldið skal B36 aftur royna at venda 0-2 til víðari luttøku. Hesaferð verður tað á Tórsvølli og undir leiðslu av Magna Hoseth og einari av hetjunum frá 2022, Lukas Enevoldsen.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 klokkan 18 á Tórsvølli
B36 - FK Auda (0-2)
Atongumerki til dystin kunnu fáast her
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald