Tað var ikki langt frá, at B36 fekk eitt toluligt útgangsstøði til seinna dystin í 1. umfari í Conference League, men í 85. minutti økti Auda til 2-0.
Harvið noyðast menninir hjá Magna Hoseth at skora minst tvær ferðir á Tòrsvølli um eina viku fyri at koma víðari.
Dysturin var ikki at síggja á almennari stroyming, men hagtølini vísa eitt yvirtak til heimaliðið – hóast B36 eisini hótti nakrar ferðir. Auda hevði bóltin væl meira, hevði 18 skot, í mun til fimm hjá B36 og hevði eisini trý fleiri hornaspørk.
Seinni dysturin millum liðini verður spældur á Tórsvølli mikudagin 17. juli klokkan 18. Í morgin spælir Víkingur Conference League-dyst í Lettlandi.
UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Mikudagin 10.07
Auda - B36 2-0 (1-0)
12' Abdulrahman Taiwo 1-0
85' Abdoui Kader Traore 2-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald