Fótbóltur

B36 skal royna at nærkast FM í grannauppgerðini

Føroyameistararnir og steypavinnararnir skulu royna at spæla grannunum eitt puss. Evropa er uppá spæl í Eysturoyaruppgerðini.

HB kann tarnað B36 í sínari roynd at vinna føroyameistaraheiti, men B36 er flúgvandi í løtuni, og HB er uttan millum aðrar Trónd Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

HB kann tarnað B36 í sínari roynd at vinna føroyameistaraheiti, men B36 er flúgvandi í løtuni, og HB er uttan millum aðrar Trónd Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-29 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24. umfar í Betrideildini er á skránni seinnapartin, og tað er nógv uppá spæl í Gundadali og við Løkin. Tað er tað eisini í ein mun við Djúpumýru, men ÍF hevur so at siga ongan møguleika at røkka 9. plássinum, og tað er mest sannlíkt, at 07 Vestur ikki røkkir topp-trý í 1. deild, og tað merkir, at ÍF flytur kortini ikki niður. Lítið sannlíkt er tað eisini, at fuglfirðingar, ið taptu 7-2 fyri oddaliðnum í seinastu viku, gera nakað við KÍ, sum roynir at fáa fatur á B36. 

24 29.09.19 14:30 TB EB/Streymur -
24 29.09.19 15:00 ÍF -
24 29.09.19 15:00 NSÍ Víkingur -
24 29.09.19 15:00 B36 HB -
24 29.09.19 15:00 AB SKÁLA -

(FSF)


HB tapti mikukvøldið á Eiði. Hetta kom helst óvart á tey flestu, men meira óvæntað enn so var tað ikki. Eftir ein steypfinalusigur og harvið tryggjað evropeiskt pláss fýra samdøgur frammaundan, hevði HB einki at spæla fyri uttan eina heilt lítla FM-vón, eitt heiðursmerki og heiðurin. Tað er hóast alt nakað, men tað er ikki ónátúrligt, at eitt lið ikki er á toppinum eftir eina steypafinalu, og so er HB nú uttan Hørð Askham og Trónd Jensen. Fyri spælið hjá HB hevur tað ógvuliga nógv at siga, um Tróndur er við ella ikki. Uttan dugnaliga miðvallarin hevur liðið hjá Heimir Guðjónssyni nógv at prógva í dag, og møguleikin, og helst eisini viljin til tað, er veruliga til staðar.

[object Object]
Hørður Askham hevur fingið krossbandsskaða - nú skulu hini HB'arnir royna at spæla B36 ein puss (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er í løtuni á veg ímóti FM, og uppgávan í dag móti verandi føroyameistaranum er tann truplasta, áðrenn komið verður til seinasta umfar - á heimavølli móti KÍ. Tað kann møguliga gerast ein FM-finala, men bæði liðini hava Víking úti eftir, og KÍ skal spæla ímóti NSÍ, sum ikki er úti av stríðnum enn, á heimavølli í næstseinasta umfari. Alt er uppá spæl hjá B36, ið ikki hevur tapt heilar 16 dystir á rað. Ein av teimum var ein 0-0 javnleikur móti HB fyrst í august, har HB'arnir irðaðu seg um fleiri brendar møguleikarnir. B36 vann fyrstu grannuppgerðina í ár 2-1. 

[object Object]
Alex Mellemgaard avgjørdi dystin millum grannarnar í 4. umfari - talan var um ógvuliga søtan og týdningarmiklan sigur hjá B36

Við málinum hjá Sølva Vatnhamar fimm minuttir fyri tíð á Skála mikukvøldið helt Víkingur lív í kappingarárinum. Eftir 3-1 tapið fyri HB í steypafinaluni leygarkvøldið, og sigurin hjá NSÍ í Trongisvági dagin eftir, var Europa-dreymurin nakað fjarur hjá teimum ljósabláu, men við tepra sigrinum mikukvøldið hevur Víkingur seks stig upp og møguleikan at hála inn á NSÍ í dag. Runavíkingar eru framvegis við í FM-stríðnum og kunnu við sigri seinnapartin samstundis tryggja sær, at teir verða verandi í har,og at Europa-plássi verður tryggjað. Bogi Reinert-Petersen er ikki tøkur hjá Vìkini vegna leikbann. Spurningurin er, um Adeshina Lawal, ið ikki spældi á Skála, verður til reiðar. 

[object Object]
Víkingur megnaði ikki at skumpa HB til viks leygarkvøldið, men Sølvi Vatnhamar hevur syrgt fyri, at evropeiska plássið framvegis er ein møguleiki (Mynd: Bjarni Enghamar)

KÍ hevur lyklaleikararnar Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen leikbannaðir orsaka av ov mongum gulum kortum. Klaksvíkingar eru stórfavorittar, og kunnu vóna at arvafíggindarnir geva teimum eitt sindur av hjálp í dag, samstundis sum tey trý stigini koma í hús móti ÍF.

Í Trongisvági og á Argjum er so at siga einki at spæla um; tað er æran og nøkur plássbýti í ongamannalandi. 

Støðan í Betri deildini undan 24. umfari
1. B36 (56 stig) 
2. KÍ (54 stig) 
3. NSÍ (51 stig) 
4. Víkingur (45 stig) 
5. HB (44 stig) 
6. Skála (25 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (15 stig)
9. AB (15 stig) 
10. ÍF (6 stig) 

Vit dagføra beinleiðis úrslitini á forsíðu okkara og taka samaunum í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder