Fótbóltur

EB/Streymur setti HB av - Víkingur er framvegis við

Tað endaði 1-0 á Eiði og 0-1 á Skála, har ávíkavist steypavinnarin og taparin av steypafinaluni vitjaðu í kvøld.

Sølvi Vatnhamar syrgdi við seinum málið á Skála fyri, at Vìkingur framvegis kann náa evropeiskum plássi (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar syrgdi við seinum málið á Skála fyri, at Vìkingur framvegis kann náa evropeiskum plássi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-25 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini vórðu leiktir í kvøld. Talan var um eir seinastu í 23. umfari, ið vórðu útsettur orsakað av steypafinaluni.

HB og Víkingur dystaðust leygarkvøldið um Løgmanssteypið. Í kvøld skuldu liðini royna seg móti ávíkavist EB/Streymi og Skála, og eftir finaluna vóru tað heilt ymiskar upplivingar og ymiskar fortreytir, ið liðini fóru inn til í kvøld við. HB tryggjaði sær við finalusigrinum eitt evropeiskt pláss, og tí var alt fokus hjá HB nú at gera eina roynd at endurvinna FM. Hjá Víkingi sá vegurin til evropeiskt pláss tungur út, men megnaðu liðini at vinna í kvøld og vinna á kappingarneytunum sunnudagin, Víkingur á NSÍ og HB á B36, so var málið als ikki ógjørligt - helst ikki hjá Vìkingi

[object Object]
Úr mjørkanum á Tórsvølli til Betrideildardystir í Eysturoynni - Dan í Soylu gjørdist dagsins leikari leygardagin, men hann var í kvøld við í tapi móti sínum gamla felagið (Mynd: Sverri Egholm) 

Teir ljósabláu greiddu sína skyldu á Skála, ið Vìkingur nú ikki hevur tapt ímóti í fimm dystum í ár. Tað var tó ein stríggin dystur at koma ígjøgnum hjá liðnum hjá Sámal Erik Hentze, ið skuldi reisa seg mentalt. Fleiri broytingar vóru gjørdar á liðnum: Sølvi Vatnhamar var í dag longri afturi á miðvøllinum enn vanligt, og teir ið hava manna sentrala miðvøllin tað mesta av árinum, Heðin Hansen og Gunnar Vatnhamar, vóru á hvør sínum kanti. Elias Lervig var aftur á høgra bakki frá byrjan; Adeshina Lawal var ikki við, og harvið var Andreas Lava Olsen fremsti maður. 

[object Object]
Gunnar Vatnhamar spældi kantur í dag - Jákup Johansen var heilt nær við at skora fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)

Skála spældi væl í 1. hálvleiki: Heimaliðið hevði bóltin nógv og kom til nakrar góðar møguleikar og støður. Millum annað var Jákup Johansen tvær ferðir nær við miðskeiðis í hálvleikinum - seinnu ferð trekti hann væl framvið fleri leikarum og skeyt á tvørtræðið. Ronni Møller-Iversen var heldur ikki langt burtur við frísparki beint uttanfyri brotsteigin. Upprunaliga dømdi Alex Troleis brotsspark, men eftir samtalur við hjálpardómarar varð fríspark dømt. Alex noyddist út við skaða í 2. hálvleiki.  

Eftir steðgin kom Víkingur meira á bóltin. Tað vóru ikki tær bestu umstøðurnar at spæla Undir Mýruhjalla; tað regnaði illa, og vindur var eisini. Forloysandi málið hjá útiliðnum kom fimm minuttir fyri leiklok. 33-ára gamli Sølvi Vatnhamar skoraði sítt 9. mál í Betrideildini, og nú kunnu víkingarnir síggja fram til dystin móti NSÍ hinumegin Skálafjørðin sunnudagin. Seks stig eru upp til NSÍ, ið er á 3. plássinum, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, og um Víkingur vinnur við Løkin er møguleikin framvegis har. 

[object Object]
Sølvi Vatnhamar helt lív í evropeisku vónini hjá Víkingi - René Shaki Joensen og HB fingu einki burturúr í Hólmanum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hjá HB er einki eftir av FM-vónini. EB/Streymur knústi tað seinasta av henni í kvøld, tá steypavinnararnir tapti á Eiði, og liðið hjá Heimiri hevur nú einki at spæla fyri uttan æruna.  HB hevði annars tveir heilt góðar møguleikar stutt fyri steðgin, men Pætur Petersen og Adrian Justinussen megnaðu ikki at seta bóltin í málið.

[object Object]Ragnar Samuelsen skoraði einsamalla málið í dystinum móti HB á Eiði í kvøld 

EB/Streyma-liðið var vælskipað og arbeiddi gróthart fyri einum úrsliti. Heimaliðið var uttan leikbannaða liðformannin, Rógva Egilstoft Nielsen syrgdi eisini fyri at seinasti ivi um teirra yvirling varð skúgvaður til viks. Tað var Ragnar Samuelsen, leigusveinurin úr B36, ið setti bóltin flatt niður í longra málhorn úr 18-20 metrum, eftir at hin Ragnar, Ragnar B. Danielsen trekti inn úr høgru og legði bóltin til rættis fyri honum. Seinastu tjúgu minuttirnar trýsti HB fyri at javna,menhar manglaði nakað í spælinum, og EB/Streymur, við Arnbjørn Hansen í miðverjuni seinastu minuttirnar, koyrdi sigurin heim. Hetta var fyrsti sigurin hjá á EB/Streymi á "topp-fimm liðið" síðani 3-2 sigurin á B36 á Eiði í 1. umfari í fjør. 

Betrideildin, 23. umfar
Mikudagin 25. september

Skála - Víkingur 0-1
85' Sølvi Vatnhamar 0-1

Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen - Ari Olsen, Jákup Jacobsen (L), Fróði Benjaminsen, Teitur Reinert Joensen - Haraldur Reinert Højgaard, Djóni Jansson Petersen (89' Jan Ingason Hansen) - Heðin Klakstein (89' Teitur Poulsen), Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (76' Aksel Bjartalíð Danielsen) - Jákup Johansen 

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Bogi Reinert Petersen, Sølvi Vatnhamar - Heðin Hansen, Arnbjørn Svensson (61' Bergur Gregersen), Gunnar Vatnhamar - Andreas Lava Olsen (78' Andreas Lava Olsen)


EB/Streymur - HB 1-0 (1-0)
70' Ragnar Samuelsen 1-0

EB/Streymur (5-3-2/5-4-1): Rói Zachariassen - Ragnar Bjartalíð Danielsen, Petur Zachariassen, Poul Grunnveit Olsen Árni Grunnveit Olsen, (L), Magnus Jarnskor - Ragnar Samuelsen, Mikkjal Hellisá, Svein Knút Magnussen, Teitur Debess Olsen (76' Gutti Dahl-Olsen) - Steffan Abrahamsson Løkin (82' Arnbjørn Hansen)

HB (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Brynjar Hlöðversson, Lasse Thillitz Andersen, Daniel Johansen - Adrian Rúnasson Justinussen, Dan í Soylu (79' Magnus Egilsson), René Shaki Joensen, Pætur Joenson Petersen (79' Símun Samuelsen) - Sebastian Pingel, Ari Mohr Olsen

Sunnudagin, 22. september

AB - KÍ 0-2 (0-2)
1' Boris Dosljak 0-1
17' Patrik Johannesen 0-2

TB - NSÍ 1-4 (0-1)
5' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
53' Petur Knudsen 0-2
55' Veljko Vukovic 1-2
79' Petur Knudsen 1-3
90' Jann Martin Mortensen (br.) 1-4

B36 - ÍF 7-2 (4-1)
6' Árni Frederiksberg 1-0
7' Hugin Samuelsen 2-0
18' Hans Jákup Lervig 2-1
23 'Brian Jakobsen 3-1
31' Brian Jakobsen 4-1
49' Erling Dávidsson 5-1
80' Karl Løkin 5-2
87' Árni Frederiksberg 6-2
90' Stefan Radosavljevic 7-2


Stigatalvan í Betri deildini eftir 23 umfør
1. B36 (56 stig) 
2. KÍ (54 stig) 
3. NSÍ (51 stig) 
4. Víkingur (45 stig) 
5. HB (44 stig) 
6. Skála (25 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (15 stig)
9. AB (15 stig) 
10. ÍF (6 stig) 

Komandi umfar (sunnudagin 29. september): 
TB - EB/Streymur
B36 - HB
NSÍ - Víkingur
KÍ - ÍF
AB - Skála

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder