Spenningurin til stóru FM-finaluna í Gundadali økist í hvørjum. Í Klaksvík verður skipað fyri stórum felags morgunmati, og minst fimm fullfermdir bussar fara suður til høvuðsstaðin við spentum fjepparum.
Í B36-leguni verður eisini nógv gjørt buturúr. Í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at upphiting verður í B36-húsinum frá klokkan 12, tríggjar tímar áðrenn dystarbyrjan.
Sí eisini: FM-dreymar í Gundadali
Har kunnu viðhaldsfólk hjá árstalsfelagnum fáa andlitsmáling og ogna sær fjepparalutir. Tónleikur verður, og B36 ynskir at fólk skulu koma í FM-finaluhýr. Eins og í Klaksvík er kommunan við at skipa fyri, so sigast má, at tað er ikki bara spenningur í og kring felagið, men í kommunum ið bakka síni feløg upp á stóra degnum.
Eitt slagorð sum verður nýtt er "Tí um tú gert títt - so ger liðið sítt". Viðhaldsfólk hjá B36 vístu millum annað til steypafinaluna í fjør, at tey av álvara kunnu verða við til at hjálpa liðnum til sigurs.
Fótbóltur
B36 skipar fyri stórari upphiting
Viðhaldsfólk hjá B36 kunnu frá klokkan 12 koma í finaluhýr í Gundadali.
B36-fjeppararnir gjørdu sítt í Sarpugerði - nú gera teir seg reiðar til at hjálpa liðnum aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-25 12:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald