Besta mansliðið hjá KÍ hevur leygardagin ein gyltan møguleika at vinna sítt fyrsta FM-heitið í 20 ár. Ein javnleikur ella ein sigur í Gundadali móti B36 ger, at KÍ kann lyfta steypið.
Les eisini: B36 og KÍ framvegis lið um lið
Sum verða man er spenningurin stórur í Klaksvík og í Norðoyggjum, og hann økist til stóra finaludagin í Gundadali.
Myndir: KÍ - NSÍ
Páll: - Kenslan er góð
Leygarmorgunin kl. 10:00 bjóðar býráðið til morgunmat í KÍ-høllini. Tað er saman við KÍ og fjepparafelagnum Bláu Bylgju, at tiltakið er fyriskipað:
- Hugskotið við degnum er, at vit fáa samlað so nógvar KÍ-fjepparar og helst allan býin, nú seinasti dystur í árinum verður spældur í Gundadali. KÍ hevur so ótrúliga nógv at siga fyri okkara bý og allar Norðoyggjar, og tí er einki meir nátúrligt enn, at vit standa saman um eitt tiltak sum hetta og fáa øll við til at heppa á okkara spælarar. Sum áskoðarar mugu vit geva teimum allan tann stuðul, vit megna, so vit veruliga seta dám á Gundadal hendan avgerandi finaludystin hjá KÍ
Hetta sigur ein spentur borgarstjóri við heimasíðuna hjá kommununi. Í Bláu Bylgju og í leiðsluni í KÍ fegnast tey eisini um tiltakið, og sæð verður fram ímóti leygardegnum, ið byrjar í KÍ-høllini.
Les eisini: Bert B36 - KÍ fingið ásett klokkuslett í 27. umfari
KÍ og B36 bresta saman klokkan 15 leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald