B36 verður ikki revsað ítróttarliga av støðuni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í dystinum móti NSÍ sunnudagin.
Bolt.fo veit í dag, at kappingarnevndin í Fótbóltssambandinum hevur avgreitt málið, og B36 fær eina bót upp á 10.000 krónur fyri feilin.
Tað var í 91. minutti, at Ragnar Samuelsen bleiv skiftur inn í dystinum, sum B36 vann 2-1.
NSÍ kærdi síðani støðuna til Fótbóltsamband Føroya, sum so nú longu hevur avgreitt málið.
Bótin upp á 10.000 krónur er tað sama sum Skála fekk í 2007, tá líknandi støða var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald