Fótbóltur

B36 tapti fyrra dystin 2-0

Teir hvítu skulu reisa seg tá teir um eina viku taka ímóti Borac úr Bosnia Herzegovina.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2022-07-07 19:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv til eitt 2-0 tap hjá B36 í kvøld. Teir vóru á vitjan í Bosnia Herzegovina á Dr. Milan Jelic leikvøllinum í Modrica.

Benjamin Tatar legði FK Borac Banja Luka á odda tá 38 minuttir vóru leiktir, og seks minuttir fyri leiklok økti Nedeljko Piscevic um støðuna til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Liðini hittast aftur um eina viku, og tá verður tað á graslíki á Ovara vølli í Gundadali.

FK Borac Banja Luka - B36 2-0 (1-0)
38’ Benjamin Tatar 1-0
84’ Nedeljko Piscevic 2-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder