Fótbóltur

B36 tryggjaði sær aftur trý stig í evstu løtu

Við málið frá 19-ára gamla Jóhann Hanssyni Joensen í 93. minutti í Klaksvík er B36 framvegis við í stríðnum um Evropa.

B36'arnir kundu fegnast eftir seinasta bríksl í dystinum móti ÍF í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36'arnir kundu fegnast eftir seinasta bríksl í dystinum móti ÍF í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skal bara ikki vera einfalt og lítið spennandi, tá B36 spælir. Hetta hevur í øllum førum verið ein sannroynd seinastu mánaðirnar. Í Europa League fann B36 fyri hvørt umfar ein hátt at gera tað meira spennandi uppá, í Klaksvík fyri viku síðani javnaði KÍ móti B36 í evstu løtu, og á Skála sunnudagin skoraði Sebastian Pingel til 2-1 í 93. minutti.

Aftur í dag var tað í 93. minutti, at B36 skoraði til 2-1. Tað var málleyst í yvir ein tíma í ringa veðrinum í Klaksvík, har ÍF í kvøld tók ímóti, tí ljósviðurskiftini í Fløtugerði eru ikki nóg góð í løtuni.

B36 hevði annars nakrar góðar royndir, stór leiklig yvirvág var, men inn vildi bólturin ikki. Ístaðin varð B36 revsað. ÍF fór í eina umstilling, Símun Rógvi Hansen hálvbjargaði, og so var Uros Stojanov til reiðar, og javnsetti toppskjúttin í Betrideildini sendi bóltin uppundir nettakið.

B36 fekk skjótt rist skelkin av sær, og Alex Mellemgaard javnaði við brotssparki í 70. minutti. Sigursmálið syrgdi 19-ára gamli Jóhann Hansson Joensen fyri. Álopskendi leikarin var til reiðar uppá ein returbólt, eftir at vælleikandi Jákup Nolsøe Olsen bjargaði einum stútara, og Jóhann skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini og tryggjaði harvið B36 trý stig.

Liðið hjá Jákupi á Borg kundi fegnast á fyribils heimavøllinum hjá ÍF - teir í B36 eru so vanir at vinna í Klaksvík. Sigurin ger, at B36 nú er tvey stig aftanfyri júst KÍ, ið hevur leikt ein dyst færri, og beint í hølinum á NSÍ, ið teir í B36 kunnu vóna fer at taka stig frá KÍ sunnudagin - árstalsfelagið vitjar í Sarpugerði.  ÍF hevur 6. plássið at spæla fyri.

Dystirnir í kvøld:

ÍF - B36 (1-2)
64' Uros Stojanov 1-0
70' Alex Mellemgaard 1-1
90' Jóhann Hansson Joensen 1-2

Víkingur - KÍ 1-3 (1-1)
7' Jonn Johannessen 0-1
14' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
70' Ísak Simonsen 1-2
90' Ole Erik Midtskogen 1-3

Les eisini: KÍ er nú á øðrum plássi

HB - NSÍ 2-2 (0-1)
36' Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-1
51' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
78' Bartal Wardum 2-2

Sí eisini: HB eitt fet nærri FM
               Myndir: HB - NSÍ
               Allan K. Jepsen: Tvey mál burdu verið nóg mikið á útivølli móti HB
Bartal Wardum: Gjørdu tað ringt fyri okkum sjálvar

Støðan í Betri deildini

1. HB (65 stig) 25 dystir
2. KÍ (58 stig) 24 dystir
3. NSÍ (57 stig) 25 dystir
4. B36 (56 stig) 25 dystir
5. Víkingur (44 stig) 25 dystir
6. ÍF (23 stig) 25 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir


Komandi dystir - sunnudagin 1. november:

Fuglafjørður
14:00
Streymnes
14:00
Norðragøta
15:00
Runavík
15:00
Tórshavn
15:00

(FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder