Fótbóltur

B36 vann dagsins fyrstu finalu

Í spenanndi grannauppgerðini í søguligu U13-finaluni var árstalsfelagið omaná.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2019-09-21 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av dagsins fimm steypafinalum er leikt. Talan var um grannauppgerð í fyrstu finaluni hjá U13-dreingjum nakrantíð.

Lagt varð upp til ein spenanndi dyst, og tað gjørdist tað eisini. Í 1. hálvleiki vóru ikki so nógvir málmøguleikar. HB hevði bóltin meira, men fleiri álop endaðu við langskotum, ið ikki gjørdust heilt vandamikil. B36 var serliga vandamikið uppá deyðbóltar, og um hálvan 1. hálvleik var eitt horna sent innfyri úr vinstru, ið HB ikki fekk ruddað burtur, og so var Hanus Reinert knappur, og legði B36 á odda.

Teir hvítu og svørtu komu eisini sera væl út eftir steðgin og øktu skjótt til 2-0. Nú var brekkan tung hjá HB. Fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist tó at fáa hol á og minka um munin, og seinastu minuttirnir royndu teir reyðu og svørtu av øllum alvi at fáa tað útjavnandi málið. Hetta eydnaðist tó ikki, og tískil kundu B36'arnir fegnast, og sum teir fyrstu lyfta Solar Steypið 

Finalan um Solar Steypið (U13 Dreingir)

Tórsvøllur 21. september
B36 - HB 2-1 (1-0)
9' Hanus Reinert 1-0
22' Finnur Johannesen 2-0
35' Magnus Rubek Carlsen 2-1

Finalan var 2x 20 minuttir og varð leikt á hálvum vølli

Hetta var finalusigur nummar tvey útav tveimum møguligum hjá B36, ið eisini vann Mótasteypið (Gentur U18) í gjárkvøldið.

Nú klokkan 11.30 dystast U15-genturnar hjá B36 og KÍ. Finalan kann stroymast á kvf.fo

Kl. 11:30 Gentur U15: B36 - KÍ (KVF - heimasíða)
Kl. 14:00 Dreingir U17: Víkingur - HB (KVF - heimasíða)
Kl. 16:30 Kvinnur: HB - EBS/Skála (KVF - sjónvarp og heimasíða)
Kl. 20.00 Menn: HB - Víkingur (KVF - sjónvarp og heimasíða)

Fylg við gjøgnum dagin á Portalinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder