Fótbóltur

B68 hevði undirskot upp á 800.000 krónur í 2022

Størsti parturin av hesum kemur orsakað av avsetingum, óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti, skrivar B68. Stafest verður samstundis, at stóra hallið ikki fer at ávirka raksturin í ár - millum annað vegna meira enn tvífalt so stórar stuðulsinntøkur.

Hóast ringa úrslitið í gjørt hava tey í B68 vón um bjarta framtíð; limatalið er vaksandi, og felagið verður eftir ætlan skuldafrítt, áðrenn summarið kemur (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast ringa úrslitið í gjørt hava tey í B68 vón um bjarta framtíð; limatalið er vaksandi, og felagið verður eftir ætlan skuldafrítt, áðrenn summarið kemur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-02 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 bjargaði sær lívínum í Betrideildini hjá monnum við einari sterkari seinnu hálvu, men tað hevði eisini sín prís. 

Hetta staðfestir felagið í roknskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram, tá aðalfundur felagsins var hildin á Svangaskarði í gjárkvøldið.

Heimasíða felagsins skrivar, at rakstrarhallið var 800.000 krónur.

- Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

Harvið skuldi nógv til fyri at varðeita plássið - B68 fekk millum annað nýggjan venjara og nýggjar spælarar inn.

[object Object]Tey í Nes kommunu kundu fegnast um bjargingina, men fíggjarligu tølini fyri 2022 síggja ikki so pen út (Mynd: Sverri Egholm) 

Fer ikki at ávirka raksturin í ár - síggja bjart uppá framtíðina
Fíggjarætlanin hjá fótbóltsfelagnum á Toftum er nakað størri í ár enn í fjør. B68 skrivar, at tað serliga kemst av, at vit í ár fara at hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur. Eisini skal skuldin burtur.

- Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur, og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn farið verður inní summarið.

- Fyri at tryggjað raksturin fer felagið at umleggja nøkur partabrøv til pening fyri at fáa alla skuld burtur umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023.

Sí eisini: - Skulu vísa øllum at hart arbeiði gevur stig (Innslag av Svangaskarði)

Tað verður ikki mett at felagið, í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur komadi árið eins og í fjør, og saman við øktu inntøkunum verður mett at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampuligum yvirskoti í ár.

Eisini fegnast tey um B68 um fleiri sjálvbodnar hendur, ið gera ymiskt møguligt, sum ikki hevur verið tað áðrenn. Eisini gerst áhugin fyri fótbólti á Toftum gerst stórri og størri: Bæði í ár eins í undanfarna ár hevur tilmeldingin av luttakandi limum verið methøg og eisini er at gleðast um at stig vóru tikin til at hava kvinnufótbólt í vaksnamannadeildini í 2023, skrivar b68.fo.

Seinni kemur longri samrøða við høvuðsvenjaran hjá Jákup á Borg. Vit tosaðu ikki beinleiðis um pengar, men meira um ítróttarligu støðuna og ætlanina hjá B68, sum venjarin hevur trý-ára sáttmála við.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder