
Seinastu tvey árini hevur Lukasz Cieślewicz verið høvuðsungdómsvenjari á Toftum. Nú er póllendingurin, ið hevur verið í Føroyum í samanlagt yvir 15 ár, høvuðsvenjari hjá HB-kvinnunum, og B68 søkti síðst i november eftir nýggjum persóni til starvið.
Nú er maðurin funnin: B68 hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt avtalu við 32-ára gamla danan Rasmus Darre Haahr.
Rasmus hevur UEFA A Pro venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet, skrivar Tofta Ítróttarfelag.
Nýggi venjari hevur í løtuni venjarastarv í HB Køge, har hann stendur á odda fyri U15-liðnum. Rasmus Haahr hevur eisini verið akademistjóri í Dragør og lesur í løtuni til lærara í Keypmannahavn.
Skjótt flytur hann til Føroyar - danin byrjar í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari tann 15. apríl, kunnar felagið um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald