2024-12-17 10:33
Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.
Video: - Lekkurt at NSÍ'ararnir ikki sluppu at brúka fýrverkið
Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.
Í gjárkvøldið kunngjørdi B68, at felagið hevur leigað Jákup Norðoy Vilhelmsen úr KÍ fram til summarsteðgin 2025.
Jákup er vinstrabeintur verjuspælari, sum kann røkja plássið sum miðverji ella vinstri bakkur.
Jákup Vilhelmsen spældi í ár tíggju dystum (565 minuttum) fyri besta liðið hjá KÍ í 2024 og varð valdur til ársins unga spælara í felagnum.
Í seinnu hálvu var U21-landsliðiðsspælarin í EB/Streym, har hann spældi 6 dystir. Nú skal Jákup royna at gera mun á Toftum og menna seg víðari har - í øllum førum í eitt hálvt ár.
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald