Tvær tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í dag byrjaðu klokkan 15. Talan var um uppgerðir millum lið í Betrideildini.
Teir vóru ikki meira enn byrjaðir í Fuglafirði, so var mál. Tað var ein áleypari, sum hevur skorað nógv mál í Fuglafirði, ið sló til. Uros Stojanov skoraði í 2. minutti móti sínum gamla felagið. Seinna málið í dystinum kom ikki fyrrenn í 93. minutti. ÍF hevði fram til hetta roynt, men tað gek ikki í dag. Tað var miðvallarin Jón í Horni Nielsen, sum á sínum 18-ára gamla føðingardegi økti, tá hann setti vinstra fótin á leysan bólt í ÍF-brotsteignum. Hetta var fyrsta málið fyri barndómsfelagið hjá tekniskt gávaða sandavágsmanninum.
Í Trongisvági fekk gamli B68-spælarin Chris Jastrzembski reytt kort eftir hálvan tíma, og í 65. minutti varð hetjan frá 07 Vestur-dystinum, Jens Erik Bruhn, eisini rikin av vølli fyri sítt seinna gula kort. Yvirtalið og trýstið hjá B68 gav úrslit trettan minuttir seinni, tá Jørgen Nielsen sló til. Hetta var fyrsta almenna málið hjá unga áleyparanum í B68-búnanum.
Jón í Horni Nielsen eftir at hann skrivaði sáttmála við 07 Vestur (Mynd: 07 Vestur)
07 Vestur vann júst á ÍF í 1. umfari í Betrideildini, men annars høvdu hvørki 07 Vestur og B68 vunnið nakran dyst áðrenn í dag. Harvið eru sigrarnir kærkomnir hjá Jákupi á Borg, Micheal Schjønberg og liðum teirra. Uppflytararnir hava samanlagt fingið góða byrjan í Betrideildini - nú kunnu ÍF og TB hugsavna seg um bert hetta.
Á Argjum stríðist AB framvegis fyri at fáa sítt fyrsta mál í ár. Tað er framvegis málleyst móti 2. deildarliðnum FC Suðuroy, og tað angar av longdari leiktíð.
Klokkan 18 byrjar dysturin millum B36 og KÍ í Gundadali. Har verður Portalurin til staðar.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, leygardagin 22. apríl
TB - B68 0-1 (0-1)
78' Jørgen Nielsen 0-1
Reytt kort: Chris Jastrzembski (32') og Jens Erik Bruhn (65')
ÍF - 07 Vestur 0-2 (0-1)
2' Uros Stojanov 0-1
90 (+3)' Jón í Horni Nielsen 0-2
16.00: AB - FC Suðuroy (0-0)
18.00:B36 - KÍ
Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.
Í gjár, fríggjadagin 21. apríl
NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard
Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1
FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6
5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6
Les eisini: EB/Streymur og 1. deildarliðini í Runavíkar kommunu víðari
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-2
Sí eisini:
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Samrøður:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald