Stóri dysturin í kvøld var í Sarpugerði. Har endaði tað í longdari leiktíð og við at HB vann seg víðari móti Víkingi, ið annars vísti seg væl fram. HB var kaldari, og harvið skal ein nýggur steypavinnari finnast í oktober.
Sí eisini:
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Samrøður:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag
Trý onnur lið spældu seg í kvøld víðari til fjórðingsfinalurnar, og talan var um favorittsigrar.
Eingin var størri enn tann hjá NSÍ. Seinast MB var í steypakappingini var í 2017. Tá taptu miðvingar 18-0 í Gundadali fyri HB, og í dag vann 1. deildarliðið hjá Sámal Erik Hentze við 14 málum á MB. Tað skrædnaði veruliga eftir steðgin, tá heimaliðið skoraði tíggju mál. Miðvallarin Jógvan Højgaard skoraði hattrikk í kvøld.
Betuel Hansen kom eisini á máltalvuna í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Á Skála hittust tvey 1. deildarlið. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tað endaði, sum tað endaði, tá liðini spældu á Sandi í 1. umfari í 1. deild: Skála vann við tveimum. Tríggir sum komu til felagið í vetur skoraðu, og talan var um góð mál: Áleyparin úr Portugal, Carlos Ferreira, og kviku kantarnir, sum eru komnir yvir um fjørð úr NSÍ: Meinhard Janusarson og Marjus Nón. Hans Oddson Hentze minkaði hegnisliga um munin fyri B71.
EB/Streymur lat ongan iva vera um, hvat lið var betri í Hoyvík. Heimaliðið spælir til dagliga í 1. deild og fekk oyruni í maskinuna. Seks ymiskir málskjúttir vóru á liðnum hjá Sigfríði Clementsen, og millum teir nakrir blaðungir spælarar - flestu málini vóru eisini vælspæld, hóast mótsstøðan var øðrvísi enn vanligt hjá EB/Streymi.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, fríggjadagin 21. apríl
NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard (br.)
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard
Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1
FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6
5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-2
Sí eisini:
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Samrøður:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag
Í morgin, leygardagin 22. apríl
15.00:
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: AB - FC Suðuroy
18.00: B36 - KÍ
Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum 9. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald