Í gjárkvøldið fall loksins avgerðin um seinna finaluplássið í kappingini um Løgmanssteypið. B68 tapti fyri EB/Streymi í dramatisku seinnu hálvfinaluni men vann samanlagt, og harvið var stór frøi á teimum í reyðum og teimum úr Nes kommunu.
Sí eisini:
B68 í steypafinaluni fyri fyrstu ferð í 28 ár
Myndir: B68 - EB/Streymur
Áki Johannesen: - Hetta er stórt
Jákup á Borg: - Stuttligari at vinna tá so nógv stendur uppá spæl
B68 hevur bert spælt eina steypafinalu áður í vaksnamannfótbólti. Tað var í 1995, og tá var HB mótsstøðuliðið. Havnarfelagið vann tá eina av sínum higartil 28 finalusigrum.
HB er eisini favorittur at vinna hesaferð. Um liðið ikki yvirhálar Víking og/ella B36 í seinasta umfarinum í Betrideildini sunnudagin, so er eisini neyðugt at vinna Løgmanssteypið fyri at røkka evropeiskum plássi.
Tað er eisini tað, sum man droymir um í B68. Felagið var langt frá at bjóða av um hetta í landskappingini, og fíggjarligar avbjóðingar hava merkt árið á Svangaskarði. Nú er liðið hjá Jákupi á Borg ein sigur frá einum steypi og luttøku í Conference League næsta ár.
Finalan um Løgmanssteypið verður spæld leygarkvøldið 4. november.
Stórur fagnaður á Svangaskarði í gjár - nú er B68 bert ein sigur frá søguligum úrsliti (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald