Fótbóltur

B68 takkar Jákupi - B36 bjóðar honum vælkomnan aftur

Jákup á Borg er nú farin úr venjarasessinum á Svangaskarði til ítróttarstjórasessin í sunnara enda í Gundadali. Fróði Benjaminsen avloysir havnarmannin á Toftum.

Jákup á Borg sum áskoðari í Gundadali - nú verður tað heimabeiti aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg sum áskoðari í Gundadali - nú verður tað heimabeiti aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-03 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Jákup á Borg hevur givið felagnum orku, vitan og ein sterkan vilja til at menna bæði leikarar og felag. B68 takkar Jákupi fyri trúfesti og gott samstarv og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

Soleiðis skrivaði B68 á síðu sínari nakað eftir klokkan 17 í kvøld. Kunngerðin, sum vit á Portalinum kundu váttað áðrenn, og sum summi hava vænta seinastu tíðina, kom: 

At Jákup á Borg fór úr B68, áðrenn sáttmálaskeiðið var av. 45-ára gamla havnarmanninum stóð í boði at fáa starvið sum ítróttarstjóri í barndómsfelagnum, og hesum møguleikanum tók hann av. B68 hevði annars pappír uppá venjaran til og við kappingarenda 2026.

Jákup á Borg tók av hesum, og sáttmálin á Svangaskarði er strikaður. Tað verður Fróði Benjaminsen, sum tekur yvir sum høvuðsvenjari hjá B68 - les meira um tað her.

- Jákup hevur verið venjari hjá B68 síðani mai 2022. Hesi gott 3 árini hevur hann staðið á odda fyri B68 Betri liðnum í 103 dystir. Jákup á Borg staðfestir, at gott 3 ár í venjarastarvinum hjá sama liði er lutfalsliga long tíð, men hann hevur trivist so sera væl á Svangaskarði. Jákup dylir ikki fyri, at hann er blivin hálvur toftamaður og er blivin sera góður við felagið, leikarar, fólkinum rundanum B68 og í Nes kommunu, skrivar B68.

Alt skrivið kann lesast á Facebook-síðuni hjá Tofta Ítróttfelag

[object Object]
Jákup á Borg fagnaður í okotber 2022, eftir at B68 sendi NSÍ niður og samstundsi tryggjaði sær sjálvum framhaldandi sætið í deildini. Hetta var í fyrsta kappingarárinum hjá Jákupi í B68. Árið eftir var liðið í steypafinaluni, meðan tað í 2024 eisini kravdi ein sigur í Runavík í oktober fyri at tryggja sær sæti (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er stórt potentiale í B36-húsinum

- Vit hava verið sera fegin og takksom fyri stóra arbeiðið, sum Tummas Erling hevur lagt í starvið, og við Jákupi fáa vit ein sera góðan avloysara. Jákup kennir felagið innanífrá, og hann veit, hvat krevst fyri at kappast millum tey fremstu.

Hetta sigur Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, í sambandi við nýggja mannin í lutfalsliga nýggja sessinum í B36-húsinum.

Tummas Erling Djurhuus var noyddur at taka ein steðg frá fótbóltinum í eina tíð. Hetta av heilsuávum. Nú er Jákup á Borg komin í hansara stað - sum ítróttarstjóri í barndómsfelagnum.

- Eg eri spentur at taka enn eitt tørn fyri barndómsfelagið, sum hevur givið mær so nógv. Hetta er ein øðrvísi leiklutur enn tann, sum eg havi verið í sum venjari seinastu árini, men B36 er í einari spennandi tilgongd, og henni vil eg fegin vera partur av. Tað er stórt potentialið í B36-húsinum, og saman við øllum teimum góðu fólkunum í felagnum verður uppgávan at flyta felagið upp aftur á tindin í føroyskum fótbólti, sigur Jákup á Borg.

Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum í felagnum. Talan er um eitt parttíðarstarv, og byrjar Jákup á Borg í starvinum beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder