Fótbóltur

B71 hevur vunnið greipuna

Stórt ár hjá felagnum av Sandoynni í U21-deildini. 4-0 sigur á HB í kvøld, samstundis sum B36 tapti, tryggjaði B71 FM.

Steypagull í síðstu viku og nú føroyameistarar. B71 hevur vunnið allar dystirnar í FM-endaspælinum higartil, og talan er um fyrstu greipan á dreingja/manssíðuni hjá B71, boðar felagið frá (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Steypagull í síðstu viku og nú føroyameistarar. B71 hevur vunnið allar dystirnar í FM-endaspælinum higartil, og talan er um fyrstu greipan á dreingja/manssíðuni hjá B71, boðar felagið frá (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2024-10-07 22:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vunnu teir steypafinaluna móti ÍF eftir dramatiska brotssparkskapping frammanfyri stórari og spentari áskoðarafjøld á Tórsvølli.

Tað var stórt fyri B71 og Sandoynna, at U21-dreingirnir lyftu Thomas Dam Intersport-steypið, og tá varð staðfest, at farið varð eftir greipuni. Hon er nú komin í hús.

Sí eisini: U21: B71 sigraði eftir brotssparkskapping

B71 lá so mikið væl fyri undan næstseinasta umfarið, at við sigri á HB og "røttum úrsliti" í Klaksvík, har kappingarneytarnir B36 vitjaðu, kundi tað koma í hús í kvøld.

Sandoyingar gjørdu sítt við 4-0 sigri á HB, har trý av málunum komu innan seinastu tíggju minuttirnar. Jónatan Kjærbo skoraði tvey mál, og Óli á Reynatúgvu og Jónatan F. Petersen skoraðu hvør sítt.

Tà boðini komu úr Klaksvík um, at KÍ hevði vunnið 3-0 á B36, við hattrikki hjá Jóan Petur Samson Jónsson, kundi FM-fagnaðurin av álvara byrjað Inni í Dal: Nú kann eingin fáa B71 aftur.

[object Object]
Eitt steyp afturat tryggjað á Sandi (Mynd: B71)

[object Object]

Støðan

B71 hevur vunnið allar dystirnar í FM-endaspælinum higartil. Talan er um fyrstu greipuna á dreingja/manssíðuni hjá B71, boðar felagið frá. Flott kappingarár og tað boðar frá góðum til framtíð felagsins.

Besta liðið stríðist framvegis um uppflyting til Betrideildini.

--------------------------------------------------------------------

B71 skrivaar soleiðis á Facebook-síðu sínari í kvøld

GREIPAN Í HÚS!

Við 4-0 sigri á HB í kvøld og ein 3-0 sigur til KÍ ímóti nærmastu kappingarneytunum úr B36, so er tað hervið staðfest at U21 FM Vinnarar 2024 er B71

Hettar merkir samstundis eisini, at fyrsta greipan á dreingja/mans síðuni nakrantíð, er komin í hús!

Sum skilst frá álítandi keldum, so vann navnframa Gentu 14-17 liðið greipuna í 1999. FM, steypakapping, og telur man Íslandskappingina við eisini, so vunnu tær enntá “the Treble”, eins og United sama ár.

Hettar vildu báðar keldurnar gjarna siterast fyri og tær fáa sín vilja hesu ferð eisini.

Annað enn hattar eina dømi, so man tað hinvegin ikki finnast nakað annað dømi í skjótt 55 ára søgu felagsins um ein greipusigur.

Vit vóru ikki heilt til reiðar í kvøld, at feira FM sigurin, men rómurin var kortini góður í skiftirúminum eftir loknan dyst og steyp eiga vit longu frá hóskvøldinum, so okkurt var kortini at lyfta í kvøld eisini!

Hjartaliga til lukku við greipuni! B71: FM- og Steypavinnarar 2024!


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder