Talan gjørdist um ein góðan, spennandi og væl spældan fótbóltsdyst við nógvum áskoðarum í avbera góðum veðri, tá B71 og ÍF hóskvøldið brustu saman í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið.
(Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)
Soleiðis lýsir heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya steypafinaluna hjá U21 í gjárkvøldið, sum tvey av teimum ikki heilt stóru feløgunum í Føroyum spældu.
- Bæði liðini løgdu nógv fyri í strembanini eftir steypinum og gullkrónunum, men tá avtornaði vóru tað sandoyingarnir og B71, ið drógu longra stráið.
Tað vóru tó fulgfirðingarnir, ið komu á odda, tá eitt lítið korter var spælt við frálíkum máli: Vongurin Aron Kensson var staddur við brotsteigarmarkið, nakað til høgru, tá hann smekkaði bóltin upp í handara horn.
Vinstrabeinti vongurin roynir seg...
...og bólturin siglir upp í longra málhornið
Og sum vera man stórur fagnaður á fuglfirðingum á vøllinum....
Og teimum mongu og mælsku á áskoðaraplássinum (Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)
Sandoyingarnir reistust skjótt aftur, og áðrenn hálvleik javnaði Aron Frankieson Knudsen til 1-1 fyri B71. Hann er ein av spennandi ungu spælarunum, sum hevur spælt heilt fitt í 1. deild í ár.
Aron Frankiesson javnaði tó fyri steðgin...
...og so var stórur fagnaður á B71-fjepparum (Myndir: Fótbóltssamband Føroya/Bjarni Enghamar)
Málverjin og liðformaðurin hetjan - søguligur sigur hjá sandoyingum
Í seinna hálvleiki og í umdystinum leikaði javnt á, sambært fsf.fo, men einki mál kom, og tí mátti finalan avgerast við brotsspørkum. Her var tað málverjin hjá B71, Wenningsted Ørvarodd, ið gjørdist stóra hetjan hjá sandoyingunum.
Jónathan Kjærbo hevði lagt B71 á odda í brotssparkskappingini, og síðani bjargaði liðformaðurin í málinum væl fyrsta skotinum hjá ÍF við einum "sterkum armi". Wenningsted fór sjálvur eftir bóltinum, legði hann á blettin og økti trygt.
Wenningsted Ørvarodd gjørdi bart í B71-málinum við hesari góð bjaringini í brotssparkskappingini. Hann skoraði sjálvur beint aftaná
Pætur Nolsøe skoraði avgerandi brotssparkið (Myndir: fsf.fo/Bjarni Enghamar)
Restina av skotinum fóru sum so trygt í netið. Tað var Pætur Nolsøe, sum slapp at avgerða fyri teir í gulum og bláum, og so var stór frøi á teimum mongu B71 fjepparunum á Tórsvølli. Júst tað at nógvir mælskir fjepparar av bæði Sandoynni og úr Fuglafirði vóru til staðar, settu veruliga dám á finaluna.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum gevur eisini dómaranum Leivi Zachariassen, sum sjálvur er uppvaksin í ÍF, stórt rós. Aftaná dystin var Bjarti Højbro, liðformaður hjá ÍF, kosin til besta spælara í finaluni.
Dagsins spælari Bjarti Højbro saman við Christiani Andreasen
Dómarakvartettin við Leivi Zachariasen sum høvuðsmanni (Myndir: fsf.fo/Bjarni Enghamar)
Víst verður eisini á ta serstaka við, at júst B71 vann eitt steyp á dreingja- og manssíðuni.
- Stór frøi á teimum mongu B71 fjepparunum, ið samstundis kundu fegnast um annan steypasigurin á dreingja- og manssíðuni í søguni hjá felagnum, ið var sett á stovn tann 1. januar í 1970. Tann fyrri kom í 1993, tá B71 vann Løgmanssteypið. Á gentu- og kvinnusíðuni eiga sandoyingar tríggjar steypasigrar framman undan.
Harvið varð hetta fyrsta ungdómssteypið nakrantíð á manssíðuni hjá B71. Eitt stórt kvøld fyri sandoyingar. Nógv bendir á, at ein greipa kemur suður í ár, tí hetta U21-liðið er eisini oddalið í landskappingini.
Richard Goffe, høvuðsvenjari - hann stendur eisini á odda fyri besta liðnum hjá B71, ið roynir at koma upp í Betrideildini
Stórur dagur fyri sandoyingar. Eli Hentze, hjálparvenjari á A-landsliðnum, stórfegnast saman við soninum Boga Hentze, sum var á B71-miðvøllinum (Myndir: fsf.fo/Bjarni Enghamar)
Steypafinalurnar 2024 halda fram næstu dagarnar. Fríggjadagin eru tvær finalur á skránni, og leygardagin verða fýra steypafinalur á Tórsvølli, sum endar við steypafinaluni hjá kvinnum leygarkvøldið klokkan 18:30, tá Víkingur og NSÍ fara á vøllin, skrivar fsf.fo.
Í gjár, hósdagin 4.10
U21 (dreingir/menn)
B71 - ÍF 6-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
22' Aron Kensson 0-1
40' Aron Frankiesson 1-1
Brotsspørkini:
1-0 Jónatan Kjærbo
1-0 Wenningsted Ørvarodd bjargar skotinum hjá Petur Meinhard Lundsbjerg
2-0 Wenningsted Ørvarodd
2-1 Bjarti Højbro
3-1 Bergur Simonsen
3-2 Jóhann Højbro
4-2 Óli á Reynatúgvu
4-3 Rúnar Johnsson
5-3 Pætur Nolsøe
Steypavinnararnir av Sandoynni, sum nú fara eftir greipuni (Mynd: fsf.fo/Bjarni Enghamar)
Mikudagin 2. oktober
U16 gentur:
KÍ – Skála 7-6 eftir brotsspørk (2-2 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
Sí eisini: Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar
Í dag, fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB (kl. 17:30)
Dómari: Ørvur Mortensen
Minna steypakap. kv.: FC Hoyvík – Skála (kl. 19:30)
Dómari: Dávid W. Sjóstein
Í morgin, leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis
U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen
U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen
Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg
Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)
Dagført: 09.33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald