Annað

Fyrsta steypið fór til Klaksvíkar

Neyðugt varð við longdari leiktíð og brotssparkskapping, tá U16-genturnar hjá KÍ og Skála byrjðu steypafinalurnar 2024 við einum braki.

Skála vann Eilif Arge Steypið í fjør og var á sigurskós aftur eftir tvey mál frá Saru Benjaminsen. Men KÍ javnaði seint í vanligu leiktíðini og var stinnari í brotssparkskappingini (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)

Skála vann Eilif Arge Steypið í fjør og var á sigurskós aftur eftir tvey mál frá Saru Benjaminsen. Men KÍ javnaði seint í vanligu leiktíðini og var stinnari í brotssparkskappingini (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)

2024-10-03 10:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av níggju steypafinalum á Tórsvølli í 2024 varð spæld í gjárkvøldið, mikudagin, tá U16 genturnar hjá KÍ og Skála dystaðust um Eilif Arge steypið. Talan gjørdist um eitt langt kvøld í góðveðrinum.

Sum FSF skrivar, fór ársins fyrsti steypasigur til Klaksvíkar, men tað var eftir tógvið og langt stríð, og tað var heilt nær við, at tær appslsingulu endurvunnu steypakappingina frá í fjør.

[object Object]

[object Object]
Sara Benjaminsen skoraði bæði málini hjá Skála og varð vald dagsins spælari (Myndir: fsf.fo)

Dagsins leikari, Sara Benjaminsen, legði Skála á odda í 12. minutti. Tá lítil hálvur tími var spældur javnaði Rannvá Ryan til 1-1. Sara var aftur upp á spæl, tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá hon sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið. Men tær kongabláu treiskaðust, og hetta gav úrslit ein minutt fyri leiklok, tá Elisabet Norðoy Vilhelmsen javnaði til 2-2.

[object Object]
Eliasabet Norðoy Vilhelmsen við bóltinum...

[object Object]
Her hevur hon javnað í síðsta minutti (Myndir: fsf.fo) 

Bæði liðini stríddust hart í tætta dystinum. Í umdystinum kom einki mál, og tí mátti steypafinalan 2024 hjá U16 gentum avgerðast við brotssparkskapping. Har vóru tær hjá KÍ heilt tryggar og vunnu 5-4.

[object Object]

[object Object]
Elisabeth Norðoy Vilhelmsen fór í mál í brotssparkskappingini og gjørdist aftur hetja, tá hon bæði skoraði eitt brotsspark sjálv og síðani bjargaði væl 

[object Object]

[object Object]
(Myndir: fsf.fo / Jakoba Svensdóttir)

Fleiri myndir frá finaluni niðanfyri og á fsf.fo

KÍ vann eisini landskappingina hjá Gentur 16, so við sigrinum mikukvøldið kom greipan norð.

Í kvøld, hóskvøldið klokkan 19:30 verður aftur steypafinaludámur á Tórsvølli. Tá fara U21 liðini hjá ÍF og B71 fara at dystast um Thomas Dam Intersport steypið - ein heldur serstøk finala, tí talan er um tvey heldur smærri feløg.

Sí eisini: ÍF og B71 spældu seg í U21-finaluna

Mikudagin 2. oktober
U16 gentur: KÍ – Skála 7-6 (Eftir longda leiktíð og brotsspørk)

Hósdagin 3. oktober
U21: B71 – ÍF (kl. 19:30)
Dómari: Leivur Zachariassen

Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB (kl. 17:30)
Dómari: Ørvur Mortensen

Minna steypakap. kv.: FC Hoyvík – Skála (kl. 19:30)
Dómari: Dávid W. Sjóstein

Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis

U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen

U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen

Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg

Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)

[object Object]

[object Object]
Áskoðarar stuðla sínum liði...

[object Object]Spenningur meðan brotssparkskappingin er 

[object Object]

Myndir: Jacoba Svensdóttir/FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder