Annað

Badminton: Miriam og Rúni føroyameistarar í einmansleiki

Miriam í Grótinum vann á Miu Thorkildshøj, meðan Rúni Øster vann á Christian Berg Petersen.

Einmansleikur - menn (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Einmansleikur - menn (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2026-04-12 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir badmintonfinalurnar í einmansleiki á Kontrast FM leygardagin endaði Miriam í Grótinum fimta árið á ra ovast á skamlinum hjá kvinnum.

Tað gjørdi hon við at vinna finaluna trygt á Miu Thorkildshøj í tveimum settum, 21-12, 21-14. Tær báðar umboðaðu Havnar Badmintonfelag.

Bronsuna vunnu Sanna Thorkildshøj úr HBF og Ranja Joensen úr KBF.

[object Object]
Einmansleikur - kvinnur (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Hjá monnum endurvann Rúni Øster føroyameistaraheitið, tá hann rættuliga trygt vann finaluna á Christian Berg Petersen í tveimum settum.

Bronsuna vunnu Markus Bjarnason og Jafet Rasmussen, sum taptu hálvfinalurnar ímóti ávíkavist Christian og Rúna.

Allir heiðursmerkjavinnararnir eru úr Havnar Badmintonfelag, skrivar Badmintonsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder