Annað

Badmintonfelagið Nápur nýggjan høvuðsvenjara

Talan er um 51 ára gomlu Hanne L. Olsen úr Roskilde, sum hevur spælt badminton í meira enn 30 ár og hevur góðar royndir við at byggja upp ítróttatilboð fyri ung.

2021-03-23 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á aðalfundinum týskvøldið 23. februar í Skúlanum við Løkin, kundi Nápur avdúka navnið á nýggja høvuðsvenjaranum hjá badmintonfelagnum við Skálafjørðin.

Nápur hevur seinnu árini havt avbjóðingar við manglandi venjarum. Tí var tað ein fegin nevnd, sum kundi avdúka nýggja høvuðsvenjaran hjá felagnum.

Talan er um 51 ára gomlu Hanne L. Olsen úr Roskilde. Hanne hevur spælt badminton í meira enn 30 ár, og hevur góðar royndir við at byggja upp og leiða ítróttartilboð fyri ung. Harafturat hevur Hanne, saman við sínum hjálparvenjarum, vunnið ymiskar heiðurslønir fyri síni avrik.

Hanne er útbúgvin socialpædagog, konfliktcoach og fitness instruktør.

Spennandi tíð fyri framman
Nápur er eitt ungt felag, sum bleiv stovnað í 2015, og var tá fyrsta badmintonfelagið kring Skálafjørðin. Nógv valdu tá at nýta hetta høvi at spæla badminton. Men grundað á venjaratrotið seinnu árini, hevur undirtøkan verið fallandi.

Tí ganga vit einari spennandi tíð í møti nú felagið hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Nevndin vónar tí, at tað undirtøkan verður ein eins góð nú, sum hon var í 2015.

Venjingar byrjað
Nápur byrjar aftur at hava skipaðar venjingar fyri børn og ung í aldrinum 10-14 ár. Byrjað verður 25. mars og vant verður hvørt mánakvøld og hóskvøld kl. 18:00-20:00.

Vaksin hava eisini møguleika at koma og spæla badminton. Motiónsbadminton byrjar týskvøldi 30. mars millum kl 20-21.

Nápur bjóðar ketjarar til tey, sum ikki hava fingið keypt sær ein ketjara.

Ókeypis tilmelding
Hóast tilmelding er neyðug á www.napur.fo, ber til at venja ókeypis fram til summarferiuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder