Annað

Badmintonsamband Føroya 40 ár

Í dag eru júst 40 ár síðan Badmintonsamband Føroya varð góðkent sum sersamband – Í gjár var skipað fyri samkomu í Badmintonhøllini í Gundadali.

Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsambandi Føroya sæst her saman við formanninum í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annfinn Brekkstein (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsambandi Føroya sæst her saman við formanninum í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annfinn Brekkstein (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-03-14 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var ein lítil samkoma í Badmintonhøllini í Gundadali í sambandi við, at tað í ár eru 40 ár, síðan Badmintonsamband Føroya varð sett á stovn, og í dag júst 40 ár síðan, Badmintonsambandið varð góðkent sum sersamband av ÍSF.

Á samkomuni luttóku m.o. Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsamband Føroya, Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, og Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Ítróttasambandi Føroya. Eisini vóru fleiri av gomlu badmintonhetjunum møttir upp, skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.

Johnny í Grótinum vísti í gjár á týdningin av, at tað verður gjørt okkurt munagott fyri hølisumstøðurnar hjá badminton í høvuðsstaðnum, nú móttøkan bleiv hildin í yvir 40 ára gomlu badmintonhøllini. Hølini eru ikki dagførd, umframt at kapasiteturin als ikki er nøktandi, tí sleppa øll ikki at venja, sum annars ynskja tað.

At ongir oyggjarleikir verða fyriskipaðir fyrr enn í 2023 setur enn størri krøv til Badmintonsamband Føroya at skipað fyri luttøku í øðrum altjóða kappingum, tá hetta eggjar leikarunum at venja miðvíst til at røkka góðum úrslitum, skrivar Badmintonsambandið.

Badmintonsamband Føroya varð stovnað á aðalfundi 14. februar 1981, og ÍSF góðkendi felagið á fundi 14. mars sama árið.

Limafeløgini hjá Badmintonsambandi Føroya eru virkin við áleið 350 limum í Vágunum, Norðoyggjum, Eysturoynni, Sandoynni og í Havn.

Myndir frá samkomuni síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder