Tey byrjaðu bæði við sannførandi sigrum. KÍ skoraði seks ferðir á heimavølli móti ÍF - Páll Klettskarð skoraði fýra av hesum málunum - og tað var so at siga ongantíð nakar ivi um stigini á Svangaskarði, har B36 vitjaði.
Tað vóru nýggju menninir, ið slóu til frammanfyri málinum. Miðáleyparin Zean Peetz Dalügge skoraði tvey mál og legði upp til hitt. Tað skoraði Marius Kryger Lindh. Vongurin, ið kom av Argjum í vetur, legði eisini upp til eitt. Nýggju skandinavisku miðverjarnir og belgiski Jelle van der Heyden á verjukenda miðvøllinum sóu eisini stinnir út, og nú skulu hesir prógva seg móti trýfaldu føroyameistarunum.
Mynd: Sverri Egholm
Tað tykist sum, at B36 hevur heintað av hægri hill í vetur, har átta nýggir spælara - harav seks útlendingar - eru komnir í hópin. Krøvini inni í B36 húsinum eru eisini, at man veruliga kappast um føroyameistaraheitið. Til tess er neyðugt at vinna í "topp-fýra dystunum". Í fyrru hálvu í fjør vann liðið hjá Dan Brimsvík tvær ferðir á Víkingi, men tað var ikki nóg mikið til at veruliga kappast - Víkinga-liðið hevði heldur ikki heilt "sett seg" enn tá eftir frágongd av profilum.
B36 vann eisini á júst KÍ í steypakappingini í fjør, men í Betrideildini er tað ikki eydnast at koppa klaksvíkingunum síðani juni 2020. Tað eru tíggju dystir síðani. Teir hvítklæddu úr Gundadali hava tó javnan kroyst KÍ væl; millum annað í tveimum dystum í fjør (3-2 og 2-1)
Heimasíðan bolt.fo skrivar, at talan er um besta møguleikan hjá B36 at vinna á KÍ í nógv ár. Hetta eru fleiri góðar grundgevingar fyri. KÍ skal finna seg til rættis undir Haakon Lunov, og nógvir skaðar eru: Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru millum teir, ið ikki spæla, og so er liðformaðurin Jákup Andreasen ivasamur til dystin í kvøld.
Deni Pavlovic og Børge Petersen vera tó helst til reiðar, og tað verður sjálvandi eitt sterkt KÍ-lið, sum kemur í Gundadali, har lagt er upp til spennandi dyst. Hann byrjar klokkan 17.
Vit fylgja serliga gongdini í Gundadali tætt við einum beinleiðis bloggi - eins og í Sarpugerði í gjár. Dystarfrásøgn verður frá báðum dystunum í kvøld
Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
17.00: B36 - KÍ
18.00: NSÍ - Skála
Dystirnir síggjast eisini á Televarpinum, og til at fylgja við beinleiðis á forsíðu okkara
Í morgin - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68
Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1
Sí eisini:
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB
Støðan:
1.Víkingur 6 stig
2.KÍ 3 stig
3.B36 3 stig
4.Skála 3 stig
5.HB stig 3
6.NSÍ 0 stig
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig
Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald