Fótbóltur

Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari

KÍ og Víkingur taptu útidystirnar 2-0 eftir 90 minuttir. Hjá KÍ gekk púra galið síðstu tíggju minuttirnar - síðani fór tað allan vegin til brotssparkskapping, og har var Neman Grodno tað stinnari.

Víkingur noyddist at jagstra eftir sjálvmálið í 39. minutti. Nakrar støður vóru, men tað endaði við vónbroti (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur noyddist at jagstra eftir sjálvmálið í 39. minutti. Nakrar støður vóru, men tað endaði við vónbroti (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist eitt tungt og keðiligt kvøld fyri føroyskan fótbólt, har bæði liðini í 3. umfari í Conference League mistu sínar leiðslur frá heimadystunum og fóru út.

Serliga hjá oddaliðnum í Betrideildini var tað stórt vónbrot, tí KÍ stóð við einari samanlagdari tvey-máls leiðslu á uttanveltaðum vølli, tá 79 minuttir vóru spældir.

Víkingur og KÍ stríddust til tað síðsta í heldur ókendum umstøðum, men tvey Linfield-mál innan 18 minuttir gjørdust avgerandi í Belfast, og seks marruminuttir seint í vanligu leiktíðini í Ungarn og síðani brotsspørk gjørdu av við KÍ, sum eisini fekk reytt kort í longdu leiktíðini.

[object Object]
Troyttir og knústir KÍ'arar eftir at dreymurin um play-off plássið brast (Skíggjamynd: KÍ-Varpið)

Lótu marginalar verða avgerðandi í Ungarn

Eins og í 2. hálvleiki á Tòrsvølli, skapti KÍ lítið frameftir í dag, hóast pláss var. Tað gjørdist heldur óneyvt. Tað var tó týðiligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at verja, og at eksplosivar atgerðir frameftir vøllinum kundu kosta.

Tað sá eisini út til at eydnast væl í 79 minuttir, tí Neman Grodno hevði sum so bert ein stóran málmøguleika. Støðan var framvegis 2-0 samanlagt, tá ein nærum vandaleys støða endaði við máli: Innlegg úr høgru, Daniel Johansen var uppá pláss, men hann satsaði við at bringa bóltin til málverjan Sebastian John. Tað gekk fullkomiliga galið, og so var veruligur spenningur í.

Fimm minuttir seinni ruddaði KÍ eitt sindur burtur, men eitt skot kom av brotsteigarmarkinum og tað fór umvegis ein KÍ' spælara í málið til 2-0 á kvøldinum: Javnleikur samanlagt.

Nú merktist tað, at Odmar Færø var farin skaddur av vølli tíðliga, og at menn sum René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Páll Kletsskarð vóru farnir av vølli. Eisini merktist harði dysturin og hitin Fyriuttan eina lítla løtu í longdu leiktíðini, var tað næsta rein yvirlining hjá KÍ í slavnu luftuni og trýstinum frá Neman. Tað gjørdist heldur ikki lættari, tá Mads Boe Mikkelsen í 113 mintti varð útvístur fyri eina stempling.

KÍ helt til brotssparkskappingina. Harvið kom tað aftur til marginalar. Tá endaði Patrik Johannesen, sum hevði stríðst og strevast í 120 minuttir, sum tann einasti av teimum tíggju, ið brendu. Tvøramaðurin skeyt framvið málið. Sebastian John var ikki nær námind nøkrum skotið hjá Neman, og evropeiska summarið KÍ er brádliga av - sjálvt um tað als ikki var neyðugt.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir

Hósdagin 14. august
Neman Grodno (BLR) - KÍ 2-0 (0-0) 7-6 samanlagt eftir brotssparkskapping
80' Gulzhigit Borubaev 1-0
85' Yuri Pantia 2-0

Reytt kort: Mads Boe Mikkelsen 113

Brotssparkskapping: 
[object Object]





Meira um dystin sæst her

Linfield-trýstið í 1. hálvleiki gav úrslit

Í Belfast kom Linfield sum væntað við stórum trýstið, sum Víkingur,  nú mannað við fimm-mans verju, skuldu royna at standa ímóti. 

Heimaliðið rakti yvirleggjaran og stongina, áðrenn tað bragdaði. Kieran Offord sníti snilt tveir víkingar, og stutt uttanfyri brotsteigin, nakað til høgru, smekkaði hann til. Skotið var so hart og knapt, at Bárður á Reynatrøð ikki náddi at reagera.

Stutt fyri steðgin kom Linfield heldur lættliga afturum allar víkingarnar. Ikki rangstøðu, Bárður var fyri í fyrstu syftu, bólturin leysur og Ari Olsen fekk onkursvegna ikki beint hann annan vegin enn í málið.

[object Object]
Víkingarnir iðra seg eftir 2-0 málið, sum kom stutt fyri steðgin. Hetta gjørdist at enda avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var tunt, men áðrenn steðgin hevði Poul Kallsberg rakt yvirleggjaran. Víkingur fekk eisini flutt spælið longur fram og skapt nakrar støður í 2. hálvleiki. Tað tættasta var, tá Arnbjørn Svensson fekk skot á eftir frísparksinnlegg hjá Sølva Vatnhamar.

Eins og hjá KÍ í Ungarn var einki galið við stríðsviljanum. Tað var bara ikki nóg hvasst hjá føroyameistarunum, og norðurírarnir vardu tað heim á heimagrasinum.

Heldur ikki hesaferð gekk tað hjá Víkingi - og heldur ikki hesaferð eydnaðist einum føroyskum liði at vinna samanlagt á Linfield.

Linfield (NÍR) - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' Kieran Offord 1-0
39' Sjálvmál (Ari Olsen) 2-0

Meira um dystin sæst her

Dagført: 22.28

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder